Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Enn ein italskur venjari hjá Chelsea

Jákup Ósá

Chelsea hevur í dag kunngjørt, hvør verður venjari hjá felagnum frá í summar.

Talan er um núverandi italska landsliðsvenjaran Antonio Conte. Hann tekur við eftir EM endaspælið í summar. Conte var m.a. venjari hjá Juventus frá 2011 til 2014 og vann meistaraheitið øll árini. 46 ára gamli Antonio Conte er fimti italski venjarin hjá Chelsea. Frammanundan hava Gianluca Vialli, Claudio Ranieri, Carlo Ancelotti og Roberto Di Matteo verið venjarar í felagnum.