So fóru mentanartíðindini hjá sjónvarpinum aftur í luftina, og hóast sending er broytt í skapið og manning, so var innihaldið fult í tráð við Mentunartíðindini, sum vit kenna tey í kringvarpinum – Øll innsløgini vóru um mentanarlív í Havn!
Í tíðindaskrivinum frá sjónvarpinum stendur so flott, at Mentanartíðindi gevur hyggjaranum vitan og innlit í teir ymisku tættirnar á mentanarøkinum.
– Talan er um evnir úr øllum listagreinum. Vit frætta tíðindi og hoyra um serligar hendingar og rák á mentanarøkinum. Sendingin fer at vera víst beinleiðis úr nýggjari sjónvarpsstovu hvørt fríggjakvøld eftir Dag og viku, sigur altso Kringvarpið.
Vit her á Norðlýsinum høvdu vónað at sendingin fór eisini at viðgera mentan uttan fyri høvuðsstaðin – nú sendingin hevur verið í summarfrí – men gakk – liturin broyttur – men innihaldið tað sama.
Tað kundi verið áhugavert at vita hvussu nógv av innsløgunum sum kringvarpið vísir í sjónvarpið – ið eru upptikin uttan fyri høvuðsstaðin – eru framleidd av starvsfólkum hjá Kringvarpinum.
So vítt sum vit vita er flaggskipið hjá sjónvarpinum "3-2" næstan øll sum hon er bygd á brot – sum fólk kring um í landinum taka upp.
Tað er gott at sjónvarpið burturav hevur mentanartíðindi – men nú er stundin komin tá hendan sending veksur burtur úr dunnihylinum í Havn.
Nú roknað vit als ikki við at hesi orðini verða tikin fyri fult í Sortudíki – men kanska er tíðin komin til at næsti kringvarpsstjórin verður føroyingur sum ikki er uppfløskaður í Høvuðsstaðnum.
Livst so spyrst
NORÐLÝSIÐ




