Kyndil slapp at spæla við í fyrra hálvleiki, tá tær í kvøld tóku móti Stjørnuni. Hálvleiksstøðan var 14-11 til Stjørnuna, sum, tá samanum kom, vann ein tryggan 30-22 sigur
Hóast dysturin ongan tídning hevði, so gjørdi Stjørnan sína skyldu, tá tær í kvøld vitjaðu Kyndil. Spælið var ikki nógv at reypa av, og gekk tað rímiliga javnt á allan fyrra hálvleik, tó hevði Stjørnan alla tíðina munin. Hálvleiksstøðan gjørdist 14-11 til Stjørnuna.
Í seinna hálvleiki setti Stjørnan ferðina upp, og so megnaði Kyndil ikki at fylgja við meira. Stjørnan økti støðugt um leiðsluna, sum hálvleikurin leið, og tá dómararnir bríkslaðu dystin av, høvdu tær vunnið 30-22.
Stjørnan hevði valt ikki at taka Lise heim til dystin, og var tað tí Maria Ziskason sum vardi málið allan dystin, og kom hon heilt væl frá uppgávuni. Sum ikki einaferð, so vóru tað Simona Petersen og Durita Christoffersen sum gjørdu flestu málini hjá Stjørnuni, tær gjørdu ávíkavist 10 og 8 mál.
Næsti dystur hjá Stjørnuni verður sunnudagin á heimavølli móti StÍF.




