Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Enn ein varði í altjóða søguni hjá KÍ

Jákup Ósá

KÍ framdi í gjárkvøldið eitt av heilt stóru avrikunum í føroysku fótbóltssøguni.

Frammanfyri fullsettum leikvølli gjørdi KÍ tað aftur. Sendi eitt lið út úr altjóða fótbólti, sum á pappírinum er nógv betri. Eitt mál kom í dystinum, og tað er eitt, sum mótstøðuliðini síggja ofta í greiningum, um tey hyggja eftir KÍ-málum síðstu árini. Innlegg frá Árna Frederiksberg í høvdið á Pálli A. Klettskarð. Og eitt mál er nokk, tá liðið fremur verjuavrik á altjóða stigi. Serbiska Radnicki 1923 kom til tveir-tríggjar málmøguleikar, men Sebastian John í KÍ-málinum var vakin, tá so var.

At eitt føroyskt lið sendur eitt lið úr Serbia út úr Conference League er eitt av størstu úrslitunum í føroyskum fótbólti nakrantíð. Og røðin uttan tap í Klaksvík í altjóða fótbólti hjá KÍ fer nú á átta dystum, og tað kemur hon at standa á fram til 2026, tí nú skal KÍ á Tórsvøll týskvøldið at møta liði úr Hvítarusslandi í 3. umfari. Dysturin hjá KÍ móti EB/Streymi í vikuskiftinum verður av tí sama útsettur.

 

Harleyfacadeacryl