Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Enn einki alment komið fram um Birnu Brjánsdóttur

Oliver Joensen

Um miðnáttina í gjárkvøldið kom Polar Nanok aftur á Hafnarfjørð, eftir at teir vóru vendir við av ferðini til Grønlands, tá teir frættu at onkrir av grønlendingunum umborð møguliga høvdu eitthvørt at greiða frá um horvnu íslendsku Birnu Brjánsdóttur.

Morgunblaðið sigur nú, at einki alment er komið fram um hvat kann vera hent gentuni, men tríggir grønlendskir sjómenn verða førdir fyri rættin í Íslandi seinnapartin í dag.

Upp á fyrispurning frá Morgunblaðnum um nakað er komið fram um hvar Birna er segði Einar Guðberg Jónsson, løgreglufulltrúi: “Nei”.

Tveir sjómenn vóru tiknir umborð í gjár kl. 13.00 og seinni var ein triði handtikin. Skipið kom sum sagt til kaj seint í gjárkvøldið og tá vóru menninir fluttir við politibili til politiðstøðina á Hverfisgøtu har teir hava verið avhoyrdir í nátt. Teir vera leiddir fyri dómara í Reykjavík í dag, segði Morgunblaðið kl 9.30 í morgun. Birna hevur nú verið saknað í 124 klokkutímar.

Harleyfacadeacryl