Tá Atlantic Airways sendir út tíðindaskriv, so er tað vanliga fyri at boða frá, at talið av ferðafólkum hevur sett met, og soleiðis er aftur í dag.
Tá Atlantic Airways sendir út tíðindaskriv, so er tað vanliga fyri at boða frá, at talið av ferðafólkum hevur sett met, og soleiðis er aftur í dag.
Felagið boðar í dag frá, at ferðafólkatalið setti met í august, tá fleiri enn 34.500 ferðafólk flugu við rutuflogførum og tyrlum samanlagt. Tað eru 8 prosent fleiri enn í august í fjør. Samanlagt fyri alt árið er talan eisini um ein vøkstur á 8 prosent.
Tyrlurnar muna nógv
Í august hava tyrlurnar flogið 1.488 ferðafólk, ið er 102% fleiri enn í august í fjør, umframt at bjargingartyrlan hevur havt 76 útkallingar higartil í ár, ið er meira enn alt 2015 tilsamans.
Betri reglusemi
Í august varð flogið rættstundis í 88 prosentum av øllum fráferðum – t.e. seinking styttri enn 15 minuttir. Higartil í ár er flogið rættstundis í 87 prosentum av øllum fráferðum. Tað eru 3 prosentstig betri enn sama tíðarskeið í 2015. Í august eru øll flogfør farin á flog á ætlaða fráferðardegnum, og tað merkir, at reglusemið var 100 prosent.
Eitt flogfar úr flotanum
Í komandi viku fer eitt av A319- flogførunum, ið Atlantic Airways hevur langtíðarleigað, úr flotanum. Sostatt verða tað tvey flogfør, ið røkja rutuflúgvingina fram til desember mánað, tá nýggja Airbus320 flogfarið kemur til Føroya.




