Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Enn er eitt sindur av vindi

Hanus Kjølbro

Lágtrýstið, sum fór framvið í gjár, nærkast nú Norðurnorra, og har er nú illveður.

Her í Føroyum er enn fitt av vindi, men nú er tað eitt annað lágtrýst, sum stýrir veðrinum. Tað sæst ikki stór munurin á veðrinum hjá okkum, at eitt lágtrýst er farið, og eitt annað er komið.

Veðrið næstu dagarnar fer tað at vera vindur úr ættunum frá útsynningi til útnyrðing – eitt sindur báðumegin vestan.

Vindferðin í dag, í nátt og morginári fer at liggja í miðal um 15 m/s (± eitt sindur); seinnapartin í morgin verður meiri vindur – um 15 til 20 m/s av útnyrðingi.

Luftin, sum rekur til okkara í dag og í morgin, kemur av leiðunum í Kanada, og har er kalt. Tí er avfallið úr brúgvløgunum og úr ælunum í dag og í morgin eitt bland av kava, vátakava og regni.

Hitin í Føroyum fer at liggja um 2-4 stig hetta vikuskiftið.

Mánamorgun fer tað aftur at vera útsynningur ella sunnan. Tann luftin fer at koma av leiðunum vestan fyri Iberia, so hitin her í Føroyum fer at ota seg nøkur stig uppeftir.