Manchester United hevur higartil brúkt mest pengar uppá leikarar.
Í morgin 1.juli opnar flytingargluggin alment í Onglandi. Men áðrenn tað eru fleiri sáttmálar komnir uppá pláss.
Helst størsta stjørnan sum higartil hevur skift felag til lið í Premier League er Cech Fabregas, sum er farin til Chelsea fyri ବ 33m
Men hetta er ikki ýrasti leikarin, sum higartil er keyptur. Manchester United hevur keypt tveir leikarar, sum eru dýrari. Talan er um Ander Herrera (ବ 36m) og Luke Shaw (ବ 37,5m) Samanlagt hevur Manchester United eisini við ବ 73 m verið tað felagið, sum higartil hevur brúkt mest pengar.
Hjá hinum toppliðunum kunnu vit nevna:
Manchester City hevur keypt Fernando frá Porto fyri ବ 15m og Bacary Sagna frá Arsenal ókeypis eftir at hansara sáttmáli var gingin út.
Liverpool hevur keypt týska miðvalla leikaran Emre Can frá Leverkusen fyri ବ 12m og enska álopsleikaran Rickie Lambert frá Southampton fyri ବ 5m. Seinni í dag væntast Adam lallana úr Southampton at blíva kunngjørdur. Hansara prísuru væntast at luggja um ବ 30m.
Arsenal, Tottenham og Everton hava enn ikki kunngjørt nakað keyp.




