Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Er eingin sum hevur ábyrgd av trúvirðinum hjá KVF?

Norðlýsið

Hóast ein navnframur grannskoðari alment í blaðgrein hevur sett álvarsom spurnartekin við trúvirði hjá tíðindadeildini í KVF og avdúkingar í Norðlýsinum greitt vísa at sjournalistar hjá stovninum hava manipulera og uppdygta tilfar í sokallaðum dokumentar sendingum, er eingin viðmerking komin frá nøkrum ábyrgdarpersóni í Sortudýki.

Heldur ikki frá Kringvarpstýrinum hoyrist eitt orð, og fyri løtusíðan fekk Norðlýsið eitt tíðindaskriv frá Mentanarmálaráðnum, har kunngjørt verður at Landstýriskvinnan í Kringvarpsmálum, ætlar sær til Finnland har allir teir norðurlendsku mentamálaráðharrarnar skulu hittast.

…..Á fundi mikudagin verður kjak millum ráðharrarnar, har evnini serliga verða: “Álit borgarans á miðlarnar”…….

Hvat landstýriskvinnan ætlar at siga í Finska høvuðstaðnum, kundi verið áhugavert at hoyrt.

Í Føroyum eiga vit bert ein stóran miðil og eingin tykist at hava ábyrgd av trúvirðinum hjá hesum almenna stovninum.

LES EISINI:

Kringvarpsstjórin onga viðmerking