Um tú heldur tað, vinarliga útvega eitt svar til fylgjandi spurningar. “Evolutión” í hesum høpi, er tann hugsan, at ein nátúrlig, óskipað tilgongd er nøktandi frágreiðing um tilveruna av øllum lutum.
1. Okkurt av ongum ?
“Big Bang” er ástøði sum í stóran mun er góðtikið sum byrjanin til alheimin, frágreiðingin er, at alt menti seg frá einum lítlum tjúkkum skýggi av partiklum, smærri enn atompartiklar, og geisling sum sprongdist ið varð orsøk til hydrogen og nakað av helium. Hvaðani kom henda orka ? Hvussu sannlíkt er at halda uppá, at alt hetta kom av ongum ? Og um so var, at tað varð vorðið til á slíkan hátt, hvat var atvoldin til spreingingina ?
Av vanligum royndum vita vit, at spreingingar eru oyðileggjandi og føra til óskil. Hvussu sannlíkt er at halda uppá, at “big bang” spreingingin elvdi til mótsetta ávirkan – øktari “informatión”, skipan og tilevning av gagnligum bygnaði, sum stjørnum og gongustjørnum, og endaliga av menniskjanum ?
2. Alisfrøðilógir og tilvild ?
Vit vita at alheimurin er stjórnaður av nøkrum grundleggjandi alisfrøðilógum, elektromagnetiskari megi, atdráttarmegi, varðveiting av nøgd og kraft o.s.fr. Virksemi í okkara alheimi er treytað av hesum meginreglum, á sama hátt sum ein telduskrá er treytað av teldu tólbúnaðinum við síni vegleiðingarskipan. Er tað skynsamt at siga, at hesar valdandi meginreglur komu undan kavi úr tilvildini ?
3. Skil avleitt av óskili ?
Hin næsta lógin í thermodynamikkinum man vera hin best staðfesta lógin í vísindini. Hon prógvar at við tíðini gerast skipanir alt meiri óvirknar og sjúkar, uttan so at orka verður úvegað fyri at virkanin kann vera hildin uppi. Evolutionistar siga, at tað øvugta er veruleiki – at skilsemi øktist við tíðini – uttan beinleiðis útvegan av orku. Hvussu kann hetta vera ?
Evolutiónistar finnast vanliga at hesum og siga, at “næsta lógin í thermodynamikkini” bert er galdandi fyri avbyrgdar (ikki opnar) skipanir, ella isoleraðum skipanum, og at Jørðin veruliga ikki er ein avbyrgd skipan (hon fær jú mikið av ótilevnaðari megi frá sólini). Men allar skipanir, opnar ella avbyrgdar gerast verri við tíðini. Til dømis eru allar livandi skepnur opnar skipanir, sum vikna og doyggja. Eisini alheimurin í síni heild er ein avbyrgd skipan. At siga at ruðuleikin av “big bang” umbroytti seg sjálvan til mannaheilan við sínum 120 milliardum samanbindingum, er at vanhalga áðurnevndu lóg.
Vit skulu eisini minna á, at tøkan av ráðari orku til eina skipan er neyðug, men á ongan hátt ein nøktandi treyt, til tess at ein staðbundin minkan og skerjing ikki kann fara fram. Vissiliga, at brúka eina blásilampu til nakrar syklulutir, førir ikki við sær at syklan verður samlað til eina eind – einans umsorganin frá eini skapandi megi, sum hendurnar á einum persóni, fylgjandi eini ætlan, kunnu gera tað. Orkan frá sólini loysir ikki trupuleikan hjá evolutionistunum, sum siga, at við tíðini økist skilsemi jarðarinnar, beint tvørturímóti “aðru lóg í thermodynamikkinum.”
4. Upplýsingar úr tilvildini ?
Upplýsingarástøði váttar, at “upplýsingar” ongantíð kykna úr tilvildini ella upp á gjøt. Hvønn einasta dag vátta okkara mannaroyndir hetta. Hvussu kann henda ómetaliga øking av upplýsingum frá einfaldum lívverum til menniskjað verða útgreinað ? Upplýsing byrjar altíð uttanífrá. Tað er ómøguligt, at ein nátúrlig tilgongd kann útvega sína egnu veruligu upplýsing, ella meining, sum evolutiónistar halda uppá er hent. Framleiðslan av upplýsing treytar altíð vit og skil, hóast evolutiónistar halda uppá, at eingin intellegensur hevði nakað við upprunaligu skapanina av menniskjanum at gera, hvørs mongu skipanir innihalda eina rúgvu av upplýsingum.
5. Lív frá deyðum evnum ?
Evolutionistar halda uppá, at lívið formaði seg frá ongum lívi(deyðum evnum), sokallaða “abiogenesis”(at lívið mentist frá ólívrunnum evnum), hóast lívfrøðiligu lógina,”biogenesis”, sum sigur, at lív bert kemur frá lívi. Møguleikin at hin mest einfalda skipan, sum hugsast kann, skal hava formað seg sjálva frá ikki-livandi kemiskum evnum, er í støddfrøðini roknað at vera 0 – mangan minni enn ein møguleiki út av øllum teimum elektronum, sum rúmast í øllum sjónliga alheiminum. Tá slík líkindi(les:ólíkindi) verða givin, er tað tá sannlíkt at trúgva at lívið birtist av ongum ?
6. Samansetta heildin av DNA og RNA av tilvild ?
Framhaldandi tilveran (endurframleiðslan) av eini kyknu treytar bæði DNA (“ætlanina”) og RNA (“kopi-maskinuna”). Hesi bæði eru ómetaliga samansett. Er tað skynsamt at trúgva at hesi bæði, sum hvørt sær er ósjálvbjargið, men kortini neyðturviliga tørva hvønn annan, vórðu vorðin til av tilvildini júst á somu tíð ?
7. Lívið er margfalt.
Vit kenna og hámeta alla fyrireikingina og øll tey vitugu menniskju, sum gjørdu tað møguligt at seta fólk á mánan. Og tó bliknar hetta torgreidda arbeiði í samanbering við enntá hina mest einfaldu lívveruna. Hvussu skynsamt er at halda, at einans natúrlig tilgongd, við ongum designara, ongum intellegenti, og ongari ætlan kundi “framleiða” menniskjað ?
8. Hvar eru broytandi fornleivdirnar ?
Um evolutión er veruleiki, so skuldu okkara listasøvn verið á tremur við beinagrindum av óteljandi skepilsum, sum vístu á broytingar. Nú eftir nógv meiri enn eina øld við ágrýtnari leitan, eru nøkur fá tandur hálovaði sum prógv um evolutiónina. Um evolutión er veruleiki, hvar eru so øll hesi skepilsi, sum skulu eitast at hava broytt seg ? Og hví vísir fornleivdar skrásetingin í veruleikanum, at øll sløg, tá tey komu til sjóndar, vóru fullskapaði, heilt sambærilig við undanfarin sløg ?
Flestar av hesum hálovaðu leivdum hjá evolutiónistunum snúgva seg einans um eitt sermerki av beinagrindini, sum eitt ávíst bein ella ein skalli. Ein verulig fornleivd, sum er søgd at vera broytt, skuldi víst seg sum eitt millumliggjandi lið. Næstu ferð onkur vísir tær, hvussu hesi bein við tíðini eru broytt, spyr so viðkomandi eisini eftir restini av hesum skapningum.
Mangir evolutionistar ynskja framvegis at trúgva á “trotið” í fornleivdar skrásetingini. Men einføld hagfrøðitøl sýna, at táið tú hevur funnið eitt ávíst tal av fornleivdum av einum skapningi, so er lítið sannlíkt, at tú ikki eisini skuldi funnið ímyndaða undanskapningin.
9. Kundi eitt millumlið (missing link) yvirlivað ?
Evolutiónin krevur, at broytingin frá einum slagi til eitt annað er stigvís. Og gloym ikki at “nátúrligt úrval” er hildið at kunna varðveita hesar einstaklingar, sum skulu hava útviklað ein fyrimun av einum ella øðrum slagi. Hvussu kundi eitt “millumliða djór”, sum var ávegis frá einum slagi til eitt annað enntá yvirliva (og hvat hevði verið endamálið við slíkari úrveljing), tá tað ikki hevði verið hóskandi fyri gamla umhvørvið og enn minni fyri sínum nýggja umhvørvi ? Dugir tú enntá at ímynda tær eina møguliga raðfylgju av smærri broytingum, sum kann broyta ein skapning frá einum slagi til eitt annað, alt meðan hetta ikki bert varð hildið á lívi, men enntá varð bøtt um ?
Sanniliga, eitt viðbreki ljós er frægari enn onga sjón at hava. Men hvussu kann slíkt vera útviklað ? (Evolutiónistar taka hetta fyri givið). Og um so hevði verið, at tað varð útviklað, so harafturat at trúgva, at mutatiónir umsíðir kundu fingið til vega ómetaliga samansetta mannaeygað, stríðir ímóti øllum vanligum viti og skili, og harafturat øllum royndum.
10. Endurframleiðsla uttan endurframleiðslu ?
Ein grundregla hjá evolutionistunum er, at allir lutir hava ment seg frá eini (óstýrdari) røð av smáum broytingum, orsaka av úrbregði, við “úrveljing” fyri at halda uppá tær “gagnligu broytingarnar”, hetta skal vera hent yvir eitt ógvuliga langt tíðarskeið. Hvussu kunnu evnini at endurframleiða hava ment seg uttan evnini at endurframleiða ? Dugir tú enntá at ímynda tær eina teoretiska mannagongd, sum kundi loyvt slíkum at hent ? Og hví skuldi evolutiónin havt framleitt bæði hon- og hannslag, aftur og aftur ? Kynsleys endurframleiðsla vildi bæði verið sannlíkari og gagnligari.
At lækka støði viðvíkjandi spurninginum um endurframleiðslu til “abiogenesis” loysir IKKI trupuleikan.
11. Plantur uttan photosynthesis ?
Mannagongdin við photosynthesis (ein evnaskiftisrás: ein røð av kemiskari broyting, sum fer fram í eini kyknu) í plantum er ógvuliga torgreidd. Hvussu kundi hin fyrsta plantan verið á lívi uttan longu at hava ognað sær hesi merkisverdu evni ?
12. Hvussu kanst tú greiða frá symbiotiskum felagsskapi ?
Mong dømi eru um plantur og djór, sum hava “symbiotisk” viðurskifti (teimum tørva hvør annan fyri at vera á lívi). Hvussu kann evolutiónin greiða frá hesum ?
13. Einki kann nýtast fyrrenn tað er fullgjørt.
Frá hvønndags royndum vita vit, at yvirhøvur er ein lutur ikki nýtiligur, fyrrenn hann er fullfíggjaður; annaðhvørt tað ar ein bilur, ein køka ella ein telduskrá. Hví skal nátúrligt úrval byrja við at gera eitt eyga ella eitt oyra ella ein vong (ella okkurt annað), táið hesin lutur hevði verið gagnleysur fyri dýrið, áðrenn tað var fullfíggjað ?
14. Útlegg metamorphosis (umskapan ella hamskiftan)
Hvussu kunnu evolutionistar greiða frá metamorphosis (hamskiftan) hjá firvaldinum ? Einaferð menti ormveran seg til “sjeledungan” (haðani firvaldurin kemur).
15. Tað skuldi verið lagamanni at víst evolutión.
Um evolutión er hin stóra mekanisman, sum hevur framleitt allar nátúrligar lutir frá einum einfaldum gassi, vissiliga skuldi henda mekanisma tá verið sjónlig. Tað skuldi verið møguligt at prógva hennara tilveru eftir fáum vikum, um ikki eftir døgum og tímum. Men hóast vísindafólk hava roynt seg við óteljandi menningartiltøkum av frukt flugum við geisling, og hetta hevur verið gjørt í mong áratíggju, fyri at vísa hvussu evolutiónin virkar, so hava vísindafólkini einans “framleitt”…fleiri avskapaðar frukt flugur. Hvussu sannlíkt er at trúgva at evolutión er veruleiki, tá enntá hinar mest einfaldu royndir ikki hava verið førar fyri at skjalprógva hana ?
16. Samansettir lutir krevja klóka sniðgeving
Menniskju eru klók. Um ein bólkur av verkfrøðingum einaferð vórðu førir fyri at gera ein robot, sum kundi farið um øll landamørk og klivið øll jørðildi, kundi grivið stór hol, kundi borið fleiri ferðir sína egnu vekt, funnið sína egnu orkukeldu, kundi gjørt fleiri robottar av sama slag, og einans var 1/8” til hæddar, tá høvdu vit verið ovfarin av hesum bragdi. Allar okkara lívsroyndir siga okkum, at slíkur robottur á ongan hátt bara kundi verið komin úr tilvildini, ella av handahógvi hevði kunnað samansett seg sjálvan, nei enntá ikki um allir lutirnir vóru tøkir, liggjandi við síðuna av hvørjum øðrum. Og vit eru fullvissaðir um, handan allan iva, at ein blikkdós av hydrogen gassi, uttan mun til hvussu leingi hon var liggjandi har, og uttan mun til hvat slag av orku vit skuldu brúkt, so kundi úrslitið aldri á ævini verið, at ein slíkur robottur kundi verið framleiddur. Men vit hava longu ein slíkan “robot” – hann verður kallaður “meyran”. Orðtøkini 6:6: “Far til meyruna, letingi, hygg, hvussu hon ber seg at, og verð vísur.” Men vit sora tær sundur undir fótum okkara, tí tær (meyrurnar) eru “einki” at samanbera við menniskjað. Og Gud skapti tær og Hann skapti okkum. Kunnu aðrar frágreiðingar vera ?
Skrivað og týtt hevur
Victor á Lakjuni




