Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Er “fejring” blivi – at drekka seg fullan?

John William Joensen

Tað var stuttligt og hugaligt at EB/STR gjørdust meistarar, men eg bleiv keddur, tá leikari í sjónvarpinum segði at teir fóru at fejra meistaraheitið við at drekka seg fullar, skrivar Torleif Johannesen

Torleif Johannesen, Nes.

Til lukku við føroyameistaraheitinum í Formula deildini í fótbólti EB/Streymur!

Tað var stuttligt og hugaligt at tit blivu meistarar, ja, greipuvinnarar í ár.

Tað var stuttligt at síggja í sjónvarpinum, hvussu spent fólk vóru, og hvussu tað lætnaði fyri ondini og fyri hjartanum við, tá gullið gjørdist verðuleiki.

Mitt í øllum stemninginum og gleðini, sum vit fleiri blivu eitt sindur smittaði av, bleiv eg keddur. Tá sjónvarpsmaðurin spyr ein av spælarunum, ein gull og greipuvinnara í ovastu fótbóltsdeild í Føroyum, sum eru fyrimyndir fyri hundratals børn og ungdómar, hvussu tit fara at “fejra” hetta, svarar hann: “Eg giti, við at drekka okkum fullar!”

Um viðkomandi veruliga meinti tað hann segði, ella bara slongdi tað út, veit eg ikki.

Í øllum førðum var tað ein sera keðiligur og skakandi boðskapur.

Álvara tos, er “fejring” blivið tað sama sum at drekka seg fullan, og so í “topp-ítróttarhøpið”? Vónandi “umboðar” hann ikki hópin av føroyskum ítróttarfólkið, tí so er støðan álvarsom.

Eg hugsið tað var fyrr í ár, at ein av okkara bestu súklarum var frammi í fjølmiðlunum og ávaraði móti tí vánaligu fyrimynd nógv av okkara bestu og kendastu ítróttarfólkum vóru. Í tí samrøðuni nevndi hann beinleiðis rúsdrekka.
Tí skal eisini mín vinarliga og álvarsama áminning, til okkara fittu og dugnaligu ítróttarfólk verða:

Verði heiðurligar, góðar og edrúðuligar fyrimyndir fyri børn og ung – ja, fyri alt Føroya fólk.

Ítróttur og rúsdrekka hoyra ikki saman.

Við avhalds og Blá Kross kvøðu.
Torleif Johannesen, Nes