Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Er fiskivinnunýskipanin nóg væl gjørd?

Jóhann Lützen

Nú byrja avleiðingarnar av fiskivinnunýskipanini at koma undan kavi. Skip fáa ikki landað uttanlands og farið aftur til fiskiskap. Útlendskir myndugleikar siga talan vera um eitt de facto eksportbann. Og spurningurin, sum blívur við at spøkja, er, um løgtingslimirnir eru blivnir nóg væl kunnaðir um, hvat tað var, teir í heila tikið samtyktu tann 12. desember.

Stutt eftir at fiskivinnunýskipanin kom í gildi 1. januar var fyrsti tilburðurin av einum føroyskum fiskiskipi, ið kom illa fyri av nýskipanini. Kravið um føroyskan kaikant gjørdi, at skipið, sum hevði verið til fiskiskap við Flemish Cap, fekk ikki landað í Bay Roberts. Her mátti undantaksloyvi til, og tá kundi fiskurin flytast heim í bingjum.

Nú er skip so aftur inni, hesaferð í Íslandi, og sum skilst vegna ólag á kumpassini. Ætlanin var at nýta høvið at tøma lastina, senda hana til Føroyar í bingjum, og so fara aftur til fiskiskap. Kvotan var ov stór til ein túr og ov lítil til tveir túrar, so tað hevði verið mest praktiskt, um tað bar til. Men tað gjørdi tað ikki, tí hesaferð vildi Fiskimálaráðið ikki geva undantak.

Til tess at kunna røkja sítt arbeiði sum tingfólk nøktandi, er neyðugt, at tingfólkini hava kunnleika um allar tær avleiðingarnar, sum eitt lógaruppskot kann fáa. Hava tingfólk fingið allar neyðugar upplýsingar fyri at kunna taka støðu, so eru tey eisini vorðin upplýst um, at hesar støðurnar sum tann í Bay Roberts og nú í Íslandi kundu íkoma. Men til tað er reiðarin á Kambi rættiliga kontantur, og sigur við Kringvarpið, at “Eg eri bara meir og meir yvirbevístur um, at tey sum hava samtykt hesa lógina, tey hava ikki skræpuna av [sic], hvat tey hava gjørt”.

Kelda á ráðharrastovuni hjá ES-kommisserinum Karmena Vella sigur, at Føroyar eru undir luppinum har, og norski fiskimálaráðharrin Per Sandberg sigur talan vera um eitt de facto eksportbann, sum er í stríð við fríhandilsavtaluna millum Føroyar og Noreg. Eisini her spøkir spurningurin aftur. Um lógaruppskot er í stríð við altjóða avtalur, so eiga tinglimir at verða fult upplýstir um tað, annars eru teir alt ov illa ílætnir til at kunna atkvøða um lógaruppskotið. Men eru teir nóg væl upplýstir?

Tað er heldur ikki nóg gott, at føroysk skip í so stóran mun eru yvirlátin til undantaksloyvir úr Fiskimálaráðnum. Lógin eigur sjálvsagt at vera eins fyri øll fiskifør, ið virka undir henni. At hesin fær undantaksloyvi og hasin ikki, er ikki sømiligt at bjóða vinnuni. Undir viðgerðini av nýskipanini varð eisini gjørt vart við, at har alt ov ofta stóð í lógini, at landsstýrismanninum verður heimilað at gera alskyns undantøk, og tað í sær sjálvum leggur upp til eina meira tilvildarliga umsiting av lógini.

Reiðarin á Kambi viðurkennir, at “sjálvandi eiga reiðaríið og hann sum skipari at seta seg inn í nýggju fiskivinnulógina og kenna tær treytir, hann sambært nýggju fiskivinnulógini skal virka undir”, og tað er sjálvandi rætt, men síðani lógin kom í gildi, eru eisini 22 broytingar gjørdar innanfyri fáar vikur. So tað er alt annað enn lætt fyri teir, sum virka í vinnuni, at lógin var so illa fyrireikað, at tað er neyðugt at koma afturumaftur við so mongum broytingum nú. Og ongin veit, hvussu nógv annað fer at verða broytt heldur. Reiðarin heldur fram við at siga, at “treytirnar eru fullkomuliga við síðuna av og vísa manglandi forstáilsi fyri fiskiskapi”. 

Onki er at ivast í, at ónøgdin við nýggju fiskivinnuskipanina er sera stór millum tey, sum dagliga virka undir henni. Nú bíða vit eftir at fáa at vita, um hon eisini fer at fáa altjóða eftirspæl.