Júst í hesum døgum er talan um at steðga skøkjuvirksemi í Danmark. Sum skilst, hevur ein myndugleiki í javnaðarflokkinum samtykt at virka fyri, at skøkjuvirksemi ikki verður loyvt. Tá ið eg, fyri góðari viku síðani, steðgaði á í Danmark, eftir ferð í miðeystri, hoyrdi eg í danska útvarpinum javnaðararpolitikkara í Keypmannahavn siga, at hann valdi at fylgja niðurstøðuni, ið nevndi myndugleiki floksins hevði samtykt.
Viðmerking til oddagreinina í Sosialinum 12. apríl 2013
Júst í hesum døgum er talan um at steðga skøkjuvirksemi í Danmark. Sum skilst, hevur ein myndugleiki í javnaðarflokkinum samtykt at virka fyri, at skøkjuvirksemi ikki verður loyvt. Tá ið eg, fyri góðari viku síðani, steðgaði á í Danmark, eftir ferð í miðeystri, hoyrdi eg í danska útvarpinum javnaðararpolitikkara í Keypmannahavn siga, at hann valdi at fylgja niðurstøðuni, ið nevndi myndugleiki floksins hevði samtykt.
Spurningurin, ið kann verða settur, er hesin:
Er skøkjuvirksemi politikkur?
Tað heldur, ið hvussu so er, nevndi danski javnaðarpolitikkari og eisini floksmyndugleiki javnaðarfloksins. Nevndi javnaðarpolitikkari segði seg fara at stríðast móti skøkjuvirksemi í Danmark.
Hann nevndi tær mongu útlendsku kvinnurnar, sum verða lokkaðar til Danmarkar við følskum lyftum, men sum av kensluleysum peningahávum enda sum skøkjur. Passið verður tikið frá teimum, og so statt gerast tær fangar vegna ein eirindaleysan menniskjahandil.
Tó fari eg ikki at ákæra meiriluta danska javnaðarfloksins ella nevnda danska politikkaran fyri at verða ein populistiskan politikkara.
Eg taki – í hesum føri – gleðiliga húgvuna av høvdinum fyri hesum høvuðsstaðarpolitikkara og fyri meirilutanum í danska javnaðarflokkinum.
Er skøkjuvirksemi politikkur?
JA !
*
Dánjal Danielsen ættaður av Kamarinum í Havn, nevndur Dollin, fyrsti heidningatrúboðari føroyinga, stríddist eisini av øllum alvi móti trælahandli í Kongo, har hann virkaði sum trúboðari. Stríð hansara móti trælahandlinum bar við sær, at hesin menniskjahandil og hetta trælahald varð avtikið í Kongo.
Ikki fari eg at ákæra Dollan fyri at verða ein populistiskan trúboðara. Heldur ikki fari eg at ákæra hann fyri at misnýta halgubók. Heldur ikki fari eg at kalla hann óetiskan.
Er trælahald politikkur?
JA !
Eg taki gleðiliga húgvuna av høvdinum og boyggi høvur mítt í virðing fyri Dánjali Danielsen.
*
William Booth, evangelistur var stovnari frelsunarhersins. Við fylgdarfólki sínum stóð hann uttan fyri skøkjuhúsini og brennivínssølurnar, sang og talaði Bíbliunnar boðskap um frelsu frá synd og gudloysi við trúgv á Jesus. Eisini læt hann kvinnur í Frelsunarherinum ganga skrúðgongu gjøgnum gøturnar í London í berum náttkjólum fyri at vekja ans fyri stríðnum móti skøkjulevnaði.
Ikki fari at ákæra William Booth fyri at verða ein populistiskan trúboðara. Heldur ikki fari eg at ákæra hann fyri at misnýta halgubók. Heldur ikki fari eg at kalla hann óetiskan.
Eg taki gleðiliga húgvuna av høvdinum og boyggi høvur mítt í virðing fyri Williami Booth.
*
Jóhan Nielsen prestur, undir Heygnum í Sandvík var annar av føroysku fólkatingsmonnunum í mong ár. Hann atkvøddi ímóti avtøkuni av pornografilógunum, sum vóru samtyktar í danska fólkatinginum í 1967 og 1969 og móti fríari fosturtøku í 1973.
Ikki fari eg at kalla Jóhan Nielsen fyri ein populistiskan politikkara. Heldur ikki fari eg at ákæra hann fyri at misnýta halgubók
Heldur taki eg húgvuna av høvdinum fyri Jóhan Nielsen, sum einum presti og politikkara, ið stríddist fyri hugsjón og sannføring síni.
*
Jákup Lindenskov, ið var bæði landsstýrismaður og løgtingsmaður fyri javnaðarflokkin í mong ár, stríddist í øllum sínum politiska lívi ímóti, at sterkt øl og brennivín skuldi verða framleitt ella selt í Føroyum.
Ikki fari eg at kalla Jákup Lindenskov fyri ein populistiskan politikkara. Heldur ikki fari eg at ákæra hann fyri at hava eina fjalda dagsskrá í sínum politiska lívi.
Heldur taki eg fegin húgvuna av høvdinum fyri Jákupi Lindenskov, sum bæði innanfloks í javnaðarflokkinum og á løgtingi stríddist manniliga fyri síni sannføring á rúsdrekkaøkinum.
Er rúsdrekka politikkur?
JA !
*
Jenis av Rana, løgtingsmaður hevur stríðst fyri júst øllum hesum hjartamálum, sum nevnd eru í hesi grein.
Ikki fari eg at kalla hann fyri at verða ein populistiskan politikkara. Heldur ikki fari eg at ákæra hann fyri at misnýta halgubók. Heldur ikki fari eg at kalla hann óetiskan, eins og nevnda oddagreinin í Sosialinum 12. apríl 2013 ger.
Heldur taki eg húgvuna av høvdinum í virðing fyri Jenisi av Rana, sum í øllum sínum lívi hevur staðið stúttur sum drangur í brimi og óttaleysur stríðst fyri teim lívsmálum, ið hann – og mong av okkum – eru sannførd um, ikki minst rættin hjá ófødda barninum at síggja dagsins ljós.
Er fosturtøka politikkur?
JA !
Tí lóggávuvald okkara, Føroya løgting, ger karmar um alt okkara lív – frá gitnaði at gravarbakkanum.
Svenning av Lofti




