Í summarsteðginum skrivaði B36 undir sáttmála við evnaríka leikaran Christian R. Mouritsen. Spæliloyvið skuldi flytast úr HB, men formligu viðurskiftini komu ikki uppá pláss til tíðina og spæliloyvið “lá eftir “ í HB.
B36 mundi tó fara at yvirliva í landskappingini hildu tey flestu. Teir høvdu nógv stig á konto og langt var til botnin.
Men tá B36 eftir steðgin hevði spælt fimm dystir var bert eitt stig komið í skjáttuna. (javnleikur í Fuglafirði)
Fjáltur kom á høvuðsstaðin og nú mátti okkurt gerast. Bæði í B36 og FSF fóru menn saman við sakførarum í arbeiðsklæðini. B36 skuldi bjargast og tað hevði skund tí “botngysarin” móti KÍ í Gundadali stóð fyri durum.
Stevnt var til fundar í kappingarnevndini. Ein av limunum í nevndini Rúni Heinesen metti seg ógegnian og eykamaður kom inn fyri hann.
Á fundinum møtti B36 við advokathjálp. Og FSF forsetin himself møtti eisini fyri at hjálpa og trýsta í bjargingarroyndini. Tað er annars ein óskikkur, at forsetin blandar seg uppí avgerðir hjá eini “óheftari” kappingarnevnd.
Tað er eingin loyna, at hjartað í stórustovumanninum slær fyri Havnini og tað skal tað eisini hava loyvi til. Men ein skuldi trúð, at eitt sindur av stoltleika var í formanninum, sum hóast alt er forseti hjá øllum limafeløgum í FSF og ikki bert B36.
Rúni Heinesen er helst ein av teimum fáu í “FSF mafiuni” ið er so mikið at sær komin at hann evaluerar sína gegnisstøðu. Trýstið frá B36 advokati og FSF forseta bar frukt. “Óhefta” kappingarnevndin hoknaði og hevði ikki
rygg til at standa ímóti trýstinum.
B36 fekk spæliloyvið til Chr Mouritsen. Allir føroyingar uttanfyri høvuðsstaðin eru fullgreiðir yvir, at um tað ikki var júst B36 sum var í hesi støðu so var úrslitið øðrvísi. Hevði, ÍF, B71, 07Vestur, TB, Víkingur ella onkur annar verið í somu støðu, so var einki spæliloyvið útskrivað!!!
Timingin var neyvan tilvildarlig. Spæliloyvið kom uppá pláss dagin fyri dystin móti KÍ í Gundadali. Hetta hevur eisini havt sálarligan týdning fyri dystin.
KÍ fekk sum vátan vøtt frá FSF, serliga tí KÍ hevði í mai roynt at fáa spæliloyvið hjá Toda yvir í KÍ, av tí at hetta loyvi ikki skuldi flytast úr nøkrum felag. Men svarið var kortanei.
Í FSF situr B36 skeggið nær høkuni.
B36 hevur helst bjargað sær vodafonfótbólt í 2010.
Men álitið á FSF flytur niður í lægru deild.




