Fyrrverandi landsliðsleikari gevst at spæla fótbólt á hægsta stigi.
Fyrrverandi landsliðsleikari gevst at spæla fótbólt á hægsta stigi.
Talan er um 30 ára gamla Atla Danielsen, sum hevur spælt 41 landsdystir í tíðarskeiðnum 2003-2011. Tá KÍ hópurin samlaðist eftir dystin á Skála fríggjakvøldið kunngjørdi Atli fyri hópinum, at hann spælir ikki aftur í ár á hægsta stigi. Sum skilst er orsøkin, at Atli sjálvur ikki heldur seg hava neyðugu tíðina í løtuni, sum skal til fyri at spæla í Effodeildini. Hetta er ein avgerð, sum hevur ligið í kortunum áðrenn dystin á Skála.
Atli hevur havt eitt óstøðugt ár. Hann byrjaði væl og var dagsins leikari 1. umfar í Fuglafirði, har hann sum áður spældi á sentrala miðvøllinum. Men so gekk ikki eftir vild. Tað endaði við, at hann bleiv fluttur aftur í miðverjuna, har hann hevur spælt seinastu dystirnar. Har hevur hann spælt væl m.a. í seinastu dystunum undan Skála dystinum, har liðið lat tvey mál inn í trimum dystum, sum má sigast at vera gott fyri KÍ verjupartin.
Hjá KÍ hevur danski miðverjin Jonas Flindt Rasmussen ikki spælt í fleiri vikur. Tað verður væntandi hann, sum avloysir Atla í KÍ miðverjuni komandi dystirnar.




