Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

”Er góð kalvaleið her ?”

Oliver Joensen

Vilhelm Johannesen, fyrrverandi løgtingsmaður vitjaði eftir umbøn okkara inn á Norðlýsið í vikuni, ið fór, og vit fingu eitt lítið prát við hann um Norðoyastevnu, fótbólt og annað, sum hann mintist Norðoyastevnuna frá sínum ungu døgum. Sum lestu munnu vita, so hevur Vilhelm Johannesen eitt framúr gott minni.

Tað er eitt, sum eg haldi meg hóma, tá vit tosa um kappróður, og tað er, at tveir seksæringar róðu á Norðoyastevnu. Tróndur í Gøtu og Drekin. Tey sum eldri vóru søgdu, at teir høvdu róð nokk so ofta, men sum oftast var tað Tróndur í Gøtu, sum vann.

Á hesi Norðoyastevnuni, sum eg haldi meg hóma, róði ein við Drekanum, sum æt Jústines Niclasen, Jústines hjá Elini, arbeiðisformaður hjá Kjølbro í nógv ár.

Hann varð sagdur at vera ógvuliga kvikur maður. Undir róðrinum kom hann til at bróta árina, hann sat við.

Sagt bleiv, at Jústinus var so kvikur, at hann við tað sama sendið brotnu árina út ígjøgnum homlubandið, tók tað nýggju árina og setti hana í. So skjótur skuldi hann vera, at hann misti bert eitt áratak.

Um Jústines og hansara skjótleika verður eisini sagt frá, at hann plagdi flekja á Stongunum. Hansara partur plagdi vera at taka ryggin úr. Sagt er, at so skjótt tók hann úr, at við hvørt vóru tveir ryggir í luftini í senn.

Minnist at ungir menn á Stongunum høvdu sín egna bát at rógva kapp við, haldi at hann var svartur. Hann bar navnið Fríggjarin.

Tað fyrsta eg minnist til Fípuna Føgru var, at hon stóð í einum neysti, niðanfyri Sjúkrahúsið, tætt sunnanfyri har Blikksmiðjan er í dag. Orsøkin til at Fípan Fagra stóð í neysti har var, at tær sum róðu við arbeiddu mest sum allar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Fótbólturin var sjálvandi eisini ein partur av Norðoyastevnuni. Væl var eisini fylgt við fótbólti tá og mangan var spenningur í luftini upp undir dystir. Tað var heldur ikki óvanligt, at menn tóku seg saman og góvu steyp til Norðoyastevnudystir og aðrar dystir.

Minnist at einaferð góvu Bjarni Hansen og Karl Justesen eitt eykasteyp á Norðoyastevnu til dystin ímillum KÍ og HB.

Karl Justesen fór upp at handa steypið. Hann segði millum annað: ”Á steypinum stendur KB, tað merkir ikki ”Karl Beist”, men Karl og Bjarni.” Lógvabrestirnir og láturin rungaðu á plenini, sum við kallaðu ítróttarvøllin tá.

Pápi mín, Bethuel Johannesen, hann var skipari og navigatørur av útbúgving. Eina tíð hevði hann útróðrarbátin Støðin, sum Kjølbro átti.

Um sumrarnar plagdu teir at rógva út við kalvalínu.

Hetta summari vóru teir tríggir mans við Støðini. Benni Baldvinsson, Sakaris Lydersen, Sakaris á Reyðhúsi kallaður og so Bethuel Johannesen, ið var formaður.

Sakaris var heilt víst besti fótbóltsleikari sum KÍ átti tað tíðina. Hann var ein framúrskarandi framherji og gjørdi eina rúgvu av málum. Hetta summarið hevði hann gjørt av at fara at rógva út við pápa, annars plagdi hann ongantíð at rógva út, vanliga var hann heimamaður.

Nú ber ikki beinari á enn at ein ógvuliga umráðandi fótbóltsdystur nærkast, ið skuldi spælast ímóti havnarmonnum í Havn. Sakaris er á útróðri og teir plaga at vera úti í eina viku ella meira, teir ísaðu nevniliga kalvan teir fingu.

John Reid Bjartalíð, sum er eldsálin, undangongumaðurin og formaðurin í KÍ, byrjar tíðliga í vikuni at ringja umborð á Støðina yvir Tórshavnar Radio, at biðja pápa vælsignaðan fara inn á Havnina um vikuskiftið, tí Sakaris mátti spæla við í dystinum sunnudagin.

Pápi eftirlíkaði til endan og Støðin fór inn á Havnina og legði at á Bursatanga, har sum kioskin hjá Bilóla var.

Sunnudagin fyrrapartin, stendur pápi mín frammi á lastalúkuni og barberar sær vit vátbarbering. Britons Pride hevur júst lagt at úti á Molanum, og ikki ber beinari á, enn at Kjølbro er við á ferðini.

Nú pápi stendur og rakar sær, kemur Kjølbro , sum átti Støðina, spákandi við putti eftir bryggjuni og tá hann er komin har sum Støðin liggur, steðgar hann á, vendir sær móti pápa mínum og spyr speiksliga: ”Er góð kalvaleið her?”.

Bethuel var kendur fyri at vera skjótur við svari. Hann hevði varnast at einir fimm útróðrarbátar hjá Kjølbro lógu hinumegin, undir Baccalao. Pápi sigur: ”Nakað tað sama, sum har yviri.” Og peikar á Baccalao kajina.

Tað, sum eg helt vera ógvuliga hugtakandi við gomlum Norðoyastevnum var skrúðgongan ”Fólkalívsmyndir úr forðum”. Haldi at hon var fyrstu ferð í 66. Tá vóru 30 ár síðani at Norðoyastevnan byrjaði á fyrsta sinni. Státsilig vóru tey bæði, sum gingu fremst, Annefía í Vági í stakki og Jóhan Petersen, (Bellajóhan) í stavnhettu. Síðani gingu nakrar kvinnur, tær bóru dyllur á bakinum, sum neytakonur, onkur gekk og bant og onkrar høvdu hoyggingarrívu ímeðan menninir bóri líggja, torvskera og grindareiðskap.

Eitt seksmannafar á hjólum var við í skrúðgonguni, seks mans sótu við árarnar og en sat afturi í rong. Báturin at Avlopið og hoyrdi heima í Kunoy. Orsøkin til navnið var, at bøndirnir heimi í Kunoy høvdu bátar, men allir menn sluppu sum vera man ikki við teimum. Tí gingu hesir menn saman og bygdu sær bát sjálvir og góvu honum navnið Avlopið.

Tá eg var ungur snúði Norðoyastevnan fyrst og fremst um kappróður og fótbólt. Men nógv annað var eisini á skránni. Vanliga var Norðoyastevnuaftan, at aftaná kappróðurin spældi 2. Deild hjá KÍ ímóti onkrum liði og fyrsta deild sunnudag. Dysturin sunnudag var sum oftast ímóti HB og við hvørt ímóti B36, fyri tað mesta vóru tað Havnarliðini ið vitjaðu. Á tennisplenuni sóu vit menn spæla tennis, minnist Franklin Ziska, Helgo Finn Larsen, Hjarnar Djurhuus og Jonhard Larsen.

Kapprenning var eisini fyriskipað, vanliga var runnið frá Sparikassanum og niðan ímóti KFUM: Á tennisplenuni varð eisini skipað fyri togtogan ímillum klaksvíkingar og avbygdarmenn í Norðoyggjum.

Miðnáttarsamkoman hevur alla mína tíð sett sín serliga dám á stevnuna, var sjálvur við til at ganga við skótunum inn á Vágstún, sjálvandi var hornorkestrið har og sum nú var eisini tá endað við fýrverki.

John Reid Bjartalíð var ein eldsál og plagdi at bjóða vælkomin og til seinast takka fyri góða uppmøting..

Í ár eru so liðin 70 ár síðani Norðoyastevnan var uppafturtikin aftaná kríggið. Sum sagt var fyrsta stevnan í 1936, men undir krígnum bleiv ikki skipa fyri Norðoyastevnu, segði Vilhelm Johannesen, tá hann vitjaði inni á Norðlýsinum og greiddi frá Norðoyastevnuni, sum hann mintist hana sum ungur.

Oliver

Harleyfacadeacryl