Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Er hetta nýggi KÍ-málverjin?

Jákup Ósá

KÍ væntast at skriva undir við nýggjan málverja ein av komandi døgunum.

Sambært góðum keldum, so er talan møguliga um svenska málverjan Nils Jonatan Johansson. Hann er 31 ára gamal og 1,91 metur høgur. Hann spældi seinast við norska felagnum Stjørdals-Blink, har sáttmálin gekk út 1. januar, men

Síðani 2016 hevur hann spælt í norskum fótbólti. Í 2022 spældi hann ein dyst í næstbestu deildini og í 2021 spældi hann ein dyst í steypakappingini. Í 2020 spældi hann seks dystir í næstbestu deildini. Tilsamans er hann skrásettur fyri 47 dystir í næstbestu norsku deildini og 21 dystir í næstbestu svensku deildini sambært Transfermarkt. Í 2023 hevur hann spælt amatør fótbólt við felagnum Majorstuen.