Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Er hetta nýggi venjarin hjá Víkingi?

Jákup Ósá

Stórur spenningur er um, hvør tekur yvir hjá tvífaldu føroyameistarunum.

Stórur spenningur er um, hvør tekur yvir hjá tvífaldu føroyameistarunum.

Sámal Erik Hentze heldur ikki fram hjá Víkingi og tí leita meistararnir seinastu tvey árini eftir nýggjum venjara. Norðlýsið skilir, at ein venjari, sum er uppá tal hjá Víkingi og kanska ger sáttmála við felagið innan heilt stutta tíð, er skotski venjarin Maurice Ross, sum var venjari hjá TB/FC Suðuroy/Royn í ár. Skotski venjarin kom seint til felagið, og hóast fleiri væntaðu, at suðuroyingar fóru at fáa trupult við at halda sær í deildini, so kom nýggja felagsliðið ongantíð í niðurflytingarvanda, hóast liðið til seinast endaði á einum 8. plássi. Hevði TB/FC Suðuroy/Royn vunnið seinasta dystin móti Skála, so hevði liðið endað á einum 6. plássi. Leiðslan í TB/FC Suðuroy/Royn duldi ikki útyvir fyri nøkrum vikum síðani, at hon var væl nøgd við arbeiði hjá skotska venjaranum, og hann fekk bjóðað nýggjan sáttmála frá suðuroyingum, men valdi ikki at taka av.

Maurice Ross er eisini settur í samband við fleiri onnur føroysk feløg. M.a. NSÍ, sum eisini leitar eftir venjara. So vil tíðin vísa, hvar skotski venjarin endar.