Góðan morgun: Tað sigst at góður látur leingir um lívið. Men er tað møguligt at flenna seg frískan? Tveir bretskir granskarar hava kannað heilivágsligu fyrimunirnar og vansarnir við látri.
Góðan morgun: Tað sigst at góður látur leingir um lívið. Men er tað møguligt at flenna seg frískan? Tveir bretskir granskarar hava kannað heilivágsligu fyrimunirnar og vansarnar við látri.
Er látur heilivágur yvirhøvur? Tað hava bretsku granskararnir Robin Ferner og Jeffrey Aronsen gjørt eina roynd at finna útav.
Í kannandi arbeiðinum hava teir kannað lækna-rapportir og útgávur heilt aftur til 1862.
Kanningin, sum granskararnir tóku alvorligt við einum skálkabrosi, er almannakunngjørd í “British Medical Journal”.
Granskararnir hava hugsavnað um tann sanna og tann óstýrandi láturin.
Teir hava gjørt eitt umfatandi yvirlit um látursins positivu og negativu ávirkanir á rúgvu av sjúkum og kropslimum.
Her eru nøkur av teimum mest ‘láturligu’ úrslitunum:
Látur kann hækka pínumarkið
Tað eru nógvar kanningar, sum snúgva seg um látur og sálarliga heilsustøðu.
Vit knýta látur ella flenn saman við trivnaði, men eingin granskari hevur megnað at prógva hendan samanhangin vísindaligt. Tað er heldur eingin, ið hevur verið førur fyri at vísa á, at skemtingarsemi (humor) er ein munagóður viðgerðarháttur fyri sjúklingar við sálarligum trupulleikum.
Látur kann hækka pínumarkið, men sjúkrahúsklovnar hava onga merkisverda ávirkan á strongdarstøðið hjá børnum, ið fara í gjøgnum smáar skurðviðgerðir.
Klovnar hjálptu kvinnum at gerast við barn
Ein onnur kanning frá 2008 vísur harafturímóti, at sjúkrahúsklovnar kunnu betra um lungnavirksemi hjá sjúklingum við tí, vit kalla KOL-lungum. Ein av granskarunum í hesi verkætlan var sjálvur sjúkrahúsklovnur; hóast tað ikki er vanligt, at læknar spæla klovnar.
Í 2011 vórðu nakara kvinnur undirhildnar av klovnum, eftir at hava fingið eftirgjørdan gitnað (da. kunstig befrugtning). Klovnaundirhaldið gav góð úrslit: 36 prosent av teimum, ið vórðu undirhildnar av klovnunum gjørdust við barn, ímeðan 20 prosent gjørdust við barn uttan undirhald.
Bretsku granskararnir hava eisini funnið útav, at frísk menniskju, sum flenna orduliga í eitt korter, økja forbrenningina við 40 kalorium, og at ein hjartaligur látur kann minka um møguleikan fyri hjartatilburði.
Kvinna doyði í látri
Men látur hevur ikki einans fyrimunir. Ógvusligur látur kann elva til óvit (svímilsi). Tað vil siga skert vit, møguliga orsakað av øktum trýstið á bringuna.
Látur kann eisini elva til smittu av sjúku umvegis luftina, um onkur flennur beint upp í gronina á tær.
Ein kvinna við einum viðføddari hjartavillu sakk saman og doyði, aftaná at hava flent ógvusliga og leingi. Kvinnan hevði eisini tikið ‘antipsykotiskan’ heilivág. Ein onnur kvinna við somu hjartavillu misti evnini at snakka, aftaná at hava flent ógvusliga í tríggjar minuttir.
Um tú flennur og gerst hásur av tí, eru hetta tekin upp á alvorligar lungnatrupulleikar.
Látur kann gerast súrur
Sambært eini frágreiðing frá 1892 er ógvusligt stríð, vektlyfting, ástarbragd, krampi ella ógvusligur látur høvuðsorsøkin til, at vit onkuntíð fáa alt ov nógva luft í lungini.
Um tú flennur hart og aftaná fært ógvusliga høvuðpínu ella trupulleikar við at gapa og lata gapi aftur, kanst tú hava keikt kjálkan. Ógvusligur látur kann eisini elva til leka í landinum, ja so tað verður súrt í undirbuksunum.
Sakna meira gransking innan látur
Granskararnir komu til ta niðurstøðu, at látur ikki bert hevur heilsugóða ávirkan. Fyri summi menniskju kann látur rætt og slætt gerast deyðiligur. Men í flestu førum er látur óskaðiligur, og kann gerast gott íkast til heilsustøðuna.
Granskarar meina, at tað er neyðugt við fleiri kanningum innan hetta ‘stuttliga’ økið. Tað hevði verið gott at vitað, um illa meint skemt ger teg sjúkan, um vánaligar skemtisøgur turka teg upp, og um hvussu smittandi látur spreiðir seg.
Kelda: videnskab.dk




