Vøggan hjá LGBT er sekuler humanisma. Eitt hugtak, sum ikki altíð er lætt at greina. Webster sigur, at humanisma er:
“Ein skipan ella háttur at hugsa um menniskjaliga virðing og áhugamál og virðir menniskjans” [1]
Hetta sigur okkum, at sekuler humanisma er ein heimsáskoðan, ein háttur at skilja hvussu heimurin hongur saman. Sagt við øðrum orðum, so er sekuler humanisma eitt bunti av trúgv um, hvussu ein skal skilja og tulka tilveruna. Tað merkir, at sekuler humanisma er ein religiøs heimsáskoðan. Fakta er, at humanistar sjálvir siga, at humanisma er ein religión. Í Humanist Manifestos I & II stendur, at humanisma
“er ein heimspekiligur, átrúnaðarligur og moralskur háttur at skilja tilveruna” [2]
Hetta er nakað, sum nógv ikki heilt vilja góðtaka, ei heldur LGBT ella tey, ið stuðla LGBT, tí tá verða tey brádliga javnsett vit tey, sum indoktrinera fólk. Hetta ger, at tey ikki longur eru uttanveltað (neutral), og kunnu ikki prædika sína trúgv ópartísk (neutralt).
Tað er lítið at ivast í, at sekuler humanisma er ein trúgv. Tó eru eisini tey, sum eru erlig mótvegis síni átrúnaligu heimsáskoðan. Humanist Manifestos sigur:
“Hesar játtanirnar (í Humanist Manifestos) eru ikki endaligar trúarjáttanir ella lærur. Tær eru ein framsøgn av livandi og vaksandi trúgv”[3]
Hvør er grundtrúgvin hjá LGBT
Tað er ógvuliga torført at lýsa trúnna hjá nútímans sekulerari humanismu, tí hon er at finna í nógvum ymiskum hami. Eisini innan fyri kirkju- og samkomuveggir er hon at finna. Tó eru nøkur grundleggjandi viðurskifti, ið knýta bæði klassiska sekulera humanismu og eitt nú kristna sekulera humanismu saman.
Ein grundarsteinur undir humanistiskari trúgv er kenda orðingin hjá franska heimsspekinginum René Descartes (1596–1650): Cogito, ergo sum (Eg hugsi, tí eri eg). Henda hugsanin hevur ført við sær, at moderna sekuler humansima er etisk relativ. Tað merkir, at tað, sum eg trúgvi, er relativt í mun til hvat onnur trúgva. Egoið (eg) er kjarnin av heiminum, tí eg eri gud. Eg ráði yvir mær sjálvum og dømi alt út frá mær sjálvum. Sagt við øðrum orðum: tað, sum eg haldi er rætt, er ikki neyðturviliga rætt fyri onnur, bara tí tað er rætt fyri meg. Etisk relativisma trýr ikki, at tað finnast grundleggjandi moralskar reglur. Tað er upp til hvørt einstak menniskja at døma um etisk virðir í hvørjum einstakum føri.[4] Hetta er júst tað, sum Immanuel Kant bað fólk gera: “Hav dirvi at brúka títt egna vit.” Boðskapurin hjá Kant var greiður. Hann bað menniskju bróta seg leys frá virðunum, sum tey vóru uppvaksin við. Verið fræls! Hugsið og livið, sum tit vilja. Hvussu kann ein byggja eitt land á kant’istiska fatan? Etisk relativisma er rein tokutala.
Út frá hesum síggja vit, at LGBT er partur av eini religiøsari heimsáskoðan, har eini hornasteinurin er etisk relativisma. Hvørja ferð LGBT og teirra viðhaldsfólk hava eitt tiltak, skriva eina grein ella gera eina viðmerking, so føra tey sína trúgv fram. Tey varpa ljós á sína átrúnaligu heimsáskoðan. Hetta skulu tey sjálvsagt hava loyvi til. Ein grundleggjandi partur av einum demokratiskum samfelag er talu- og trúarfrælsi. Bæði tey, ið stuðla LGBT, og tey, sum eru ímóti LGBT, skulu sleppa at siga sína hugsan. Og velja ta trúgv, tey ynskja. Tað er upp til hvønn einstakan, um ein velur sekulera humanistiska LGBT’ismu sum sín átrúnað, ella ein velur ta kristnu heimsáskoðanina, har Gud er kjarnin.
Roy N.
[1] Webster’s Encyclopedic Unabridged Dictionary of the English Language (New York: Gramercy Books, 1989), s. 691
[2] Paul Kurtz, in the preface to Humanist Manifestos I & II (Buffalo, NY: Prometheus Books, 1973), 169
3. Ibid, s. 24
[4] David A. Noebel, Understanding the Times: The Religious Worldviews of Our Day and the Search for Truth (Eugene, OR: Harvest House, 1991), p. 200.




