Eftir Breddanum í Kringvarpinum at døma eru øll meira ella minni samd um, at lógaruppskotið um burðardygga ferðavinnu ella gongd í haga ikki skal roknast sum gjøgnumført arbeiði, men meira sum ein kladda ella “forhandlingsobjekt”. Tað er heldur margháttligt lógarsmíð. Eftir samgonguumboðunum at døma er náttúrugjaldið nú bara eitt “grundgjald”, og jarðareigararnir fara at kunna krevja onnur gjøld omaná. Men hví stendur tað so hvørki í lógartekstinum ella viðmerkingunum?
Annika Olsen og Uni Holm Johannesen vóru samgonguumboðini í Breddanum, og bæði søgdu seg taka undir við eini skipan, har jarðareigarin kundi krevja, at ferðaleiðari skuldi vera við ávísar farleiðir, og taka seg betaldan fyri tað. Men heimilar lógaruppskotið tí? Har stendur, at tá ferðandi hava goldið náttúrugjaldið, so hava tey lógligan rætt at ferðast inni á jørðini hjá bóndanum, og at bóndin ikki hevur rætt at nokta. Ferðaleiðarar verða nevndir nakrar ferðir í uppskotinum, men har stendur onki um, hvørt jarðareigararnir hava loyvt at krevja serstakt gjald fyri teir, ella um teir skulu fíggjast av náttúrugjaldinum (sum tey bæði samgonguumboðini nú – fyri fyrstu ferð! – kallaðu fyri eitt “grundgjald”).
Tað stendur ongastaðni í lógaruppskotinum ella viðmerkingunum, at gjaldið bert er eitt grundgjald fyri allar turistar, og at loyvt er at krevja gjøld omaná frá teimum, ið vitja hagarnar og náttúruna, so Uni Holm Johannesen og Annika Olsen mugu hava fingið tað at vita frá keldum í Landsstýrinum.
Í sendingini spurdi verturin Anniku Olsen uppaftur, “So tey [jarðareigararnir] kunnu fortseta, sum tey plaga?”, og til tað svaraði tingkvinnan “Tað kunnu tey, ja.” (kann hoyrast á 22:26-22:29 í sendingini – leinki er longur niðri í greinini).
Vit standa spyrjandi. Hví meldar man tað ikki út beinanvegin? So hevði man sloppið undan at øst jarðareigarar upp í skúm og at kloyvt Løgtingið í tvey. Tað er, sum Erhard Joensen segði í somu sending, framvegis sera ivasamt, á hvørjum leiðum man kann krevja ferðaleiðara, men uppskotið hevði fingið eina nógv betri móttøku, um tað framgekk týðiliga, at ein fjórðingur av náttúrugjaldinum í sær sjálvum ikki gevur atgongd til lendið hjá jarðareigarunum, men bert er at fata sum eitt grundgjald.
Hetta er ikki væl frágingið lógarsmíð. Landsstýrið skyldar Føroya fólki, og ikki minst jarðareigarunum og ferðavinnuni, at geva okkum somu kunning um gjaldið, sum Annika Olsen og Uni Holm Johannesen hava fingið. Hvørji ítøkilig rættindi hugsar Landsstýrið sær at geva einum turisti afturfyri náttúrugjaldið?
Sendingin Breddin kann hoyrast á https://kvf.fo/breddin?sid=169655, og tingfólkini kunnu hoyrast kalla tað eitt grundgjald á 30:22 (Uni Holm Johannesen) og 33:06 (Annika Olsen).
Annika Olsen kann eisini á 21:38 hoyrast harmast um, at “man ikki fyriheldur seg til tað, sum stendur í lógini”.
Trupulleikin við tí er bara, at tað, sum hon førir fram í Breddanum um, at jarðareigarar kunnu halda fram sum higartil og krevja gjøld fyri atgongd omaná náttúrugjaldið, ikki stendur í lógaruppskotinum. Hevði tað bara staðið har, fingu øll fyrihildið seg til tað.



