Vit á Norðlýsinum hava verið eitt sindur víða um, í royndini at finna útav hvat hetta er fyri ein lutur, sum bleiv funnin við Mækjuvík aftaná uppgangin í vikuskiftinum.
Men tað hevur ikki eydnast okkum at koma nærri, og tó, Artisk Kommando, ella tað, sum eftir er av Færøernes Kommando vísti áhuga fyri lutinum. Vit sendu ein mail til teirra og svarið var soljóðandi:
“Kære Oliver Joensen
Tak for din henvendelse om fund af en ukendt ammunitionslignende gensand. Ud fra billederne vurderer vi den som værende ufarlig, men for en sikkerheds
skyld, vil jeg bede jer om at lade være med at flytte på den.
Vi planlægger på at tage op til jer i uge 8 for at lave en identifikation og rydning af den, som en øvelse. Herved kan i også få flere detaljer om hvad det er.
Med venlig hilsen
Ove Ritter
seniorsergent
Vagthavende befalingsmandd”
Tað, sum er eitt sindur forvitnisligt í svarinum er, at teir brúka orðingina “ammunitionslignende genstand”. Meira fingu vit ikki at vita, men teir koma so at hyggja at lutinum um tvær vikur, so tá fáa vit helst teirra boð uppá um hetta er nakað militert.




