Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Er Løkke farin at reka valstríð?

Helgi Abrahamsen

Lagt er upp til ein spennandi dag í morgin. Tað kann enda við semju og tað kann eisini enda við vali.

Okkurt bendir á, at danski forsætismálaráðharrin hevur spælt trumfin so harðliga út við síni 2025 ætlan, at hann frammanundan veit, at hann við útspælinum annaðhvørt kann banka samstarvsflokkarnar uppá pláss, ella kann hann verða noyddur at skriva út val.

Forsætismálaráðharrin gav ein lítlan forsmakk av 2025 ætlanin við eini røðu á facebook í gjárkvøldið og í dag varð ætlanin alment løgd fram.

Eygleiðarar meta, at ætlanin skal bæði skiljast sum eitt grundarlag undir samráðingum við aðrar flokkar, men samtíðis er hon eisini eitt valupplegg. Eisini verður lagt til merkis, at forsætismálaráðharrin skipar fyri fundum ymsastaðni í Danmark, har hann greiðir frá ætlanini – júst sum tá valstríð eru skotin í gongd.

Formaðurin í Liberal Alliance, Anders Samuelsen, sum er kendur fyri altíð at hava eitt svar, hevur í dag ikki vilja gjørt viðmerkingar til ætlanina hjá Løkke. Hann og restin av flokkinum vilja hava frið til í morgin at hugsa seg um.

So dagurin í morgin kann gerast avgerandi fyri, hvat hendir í donskum politikki. Liberal Alliance hevur havt nøkur ófrávíkilig krøv í skattamálum, men Lars Løkke Rasmussen hevur ikki fylgt teimum krøvunum. Hinvegin, so kann tað vera trupult hjá Liberal Alliance at fella stjórnina orsaka av einum máli, har teirra veljarar hóast alt fáa skattalætta.

Lagt er í øllum førum upp til ein spennandi dag í morgin. Tað kann enda við semju og tað kann eisini enda við vali.

Harleyfacadeacryl