Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Er Musikkskúlin bara blivin ein politisk kastibløka?

Fríðálvur A. Jensen

      ella er bara manglandi forstáilsi fyri økinum ein orsøk?

Mangar avraðfestingunum í Tórshavnar Kommunu skilji eg ikki, men er tað ein eg slettikki skilji, er tað júst málið um Musikkskúlan?

Nógvar drúgvartoganir hava verið um henda, men tað tykir ikki at virðing er fyri hesumfólkunum og næmingunum, tí her hendir ikki nógv annað enn snakk!

Er tað ikki nógvfyri, at tað standa nógv gávaði fólk og bíða eftir einum plássi, men tað eru sonógvar aðrar ivasamar íløgur, ið hava størri raðfesting?

Hví er tað so?

Vit hava so nógvgávaði fólk og landið hevur sanniliga notið gott av hesum, men eg kann neyvangeva mínum kommunalu politikarum annað enn dumpikarakter!

Onkur ferivaleyst at reisa seg og siga, at viðkomandi onki skilir tí ætlanin er sett íverk, men er hon nú tað?

Eg havi manganfingið spurningin, hví eg tími at gera so nógv vart við hetta, tí tað er jú úrsjálvari skipanini hetta átti at komið, men eg skal viðganga, at mítt hjarta ernógv í hesum og vil gjarna at hesi fáa virðiligar umstøður.

Hugsi sanniligaeisini um tey gávaðu fólkini, sum kanska detta niður ímillum og ikki fáamøguleikan.

TAKIÐ TYKKUMSAMAN OG FÁIÐ HETTA MÁLIÐ GREITT OG SETIÐ GONGD Á!

 

Fríðálvur A.Jensen