Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Er róðrið av Hollington ella av Albert

Oliver Joensen

Ågot fekk hendan róðurkransin á línuna nú teir royndu á Føroya Banka. Síðani skiparin Hjaltur Poulsen legði út á facebookprofil sín um hendingina, hava nógvar gitingar verið um hvar hesin róðurskransurin stavar.

Eitt boð er at hann er av SS Hollington, ið var søktur av eini torpedo har á leið í juni í 1917. Eitt annað boð er at hann skal vera av Albert, ein slupp av Tvøroyri, ið virkaði sum hospitalskip undir fyrra veraldarbardaga. Hon skuldi fáa ein so ógvusligan sjógv, at menninir, ið stóðu við róðrið skræddu róðurskransin av róðrinum í orrustuni. Stamman av hesum róðrinum stendur á Seglloftinum á Tvøroyri.

Men enn er ikki funnið fram til við vissu hvaðani hesin kransurin stavar.