Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Er stýriskipanin ógreið ella hvat?

John William Joensen

Hvørja fer okkurt er áfatt í politisku skipanini, ja so venda fjølmiðlarnir sær til fedrarnar av Stýrisskipanarlógini.

Tað tykir mær sum at hesir ongantíð koma til nakra semju um, hvussu hon skal tulkast. Tað kann ikki vera meinging, at vanliga fólkið og okkara fólkavaldu, ikki kunnu kenna seg trygg við skipanina.

Hvat hendir, tá hesir fedrar eru farnir undir grønutorvu? Hvør skal tá tulka hana fyri fólki? Eg meini so við – fedrarnir at tí amerikonsku ella tí donsku grundlógini verða ikki spurdir í tíð og ótíð av fjølmiðlunum, hvussu hon skal tulkast.

Um henda góða stýriskipan er so ógreið, so fari eg at heita á ta nýggju samgonguna, um at seta skjøtil á eina nýggja stýrisskipan, sum okkara fólkvaldu og vit (vanliga fólkið) kunnu skilja.

Einkult lógarsmíð takk.

Monrovia 21. sep. 2008.
Jóhan Petur Johannesen

Harleyfacadeacryl