Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Er tað “føroyskt” at lesa í Svøríki ?

John William Joensen

Vit skulu vera sjálvbjargin og standa á egnum beinum. Soleiðis ljóða væl kend orð frá teimum, ið vilja skipa Føroyar sum fullveldi.

Men fáar ítøkiligar ætlanir eru um, hvussu hetta skal gerast.

Á útbúgvingarøkinum og viðvíkjandi sjúkraviðgerðum uttanlands, verður víst á, at tað finnast nakrir norðurlendskir sáttmálar, sum geva okkum góðar møguleikar í hinum Norðurlondunum og tí vilja loysingarflokkarnir senda ungdómin til Svøríkis ella Íslands at lesa, heldur enn til Danmarkar, og sjúklingar skulu sama veg.

Í fínasta lagi – men til hvat?
Sjálvsagt er einki galið við tí, at ungdómurin leitar sær aðrar vegir enn til Danmarkar í lestrarørindum. Tað ger heldur einki, um sjúklingar verða viðgjørdir uttanfyri danska kongaríkið – bara teir blíva frískir. Men hinvegin so má tað vera loyvt at spyrja, hvat endamálið er við hesi broytingini?

Hvat hevur tað við sjálvbjargni at gera, at vit flyta sjúklingar úr Danmark til Svøríkis? Ella kunnu vit kalla tað “at standa á egnum beinum”, tá studentar flyta millum onnur lond, meðan studningurin framvegis kemur úr Danmark?

Er hetta ikki bara ein viðurkenning av tí veruleika, at so leingi sum vit hava avmarkaðar møguleikar í Føroyum, so noyðast vit at samstarva við onnur ?

Sáttmáli ella rættindi
Ein sáttmáli er bara galdandi til annar parturin sigur hann upp, meðan ríkisborgararætturin er ein rættur, sum vit eiga. Tí mugu vit vera sera varin við at frásiga okkum ríkisborgararættin til frama fyri millumtjóða sáttmálar.

Tað gevur onga meining at spæla hasard við sjúklingum og lesandi, um einasta endamálið er at sleppa undan donskum tilboðum, samstundis sum vit einki eiga sjálvi at seta ístaðin.

Helgi Abrahamsen