Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Er tað rætt at kommunan selur ognirnar á vinnuøkjunum?

Jógvan Ravnsfjall

ÚR GREINASAVNINUM: Klaksvíkar kommuna hevur sent út lýsing, har hon selur tvey øki á vestara havnarlagi. Tað eina er har kryvjivirkið hjá Bakkafrost er og hitt er økið norðanfyri, sum er óbygt, skrivar Jógvan Ravnsfjall í Norðlýsinum í november 2010

ÚR GREINASAVNINUM: Klaksvíkar kommuna hevur sent út lýsing, har hon selur tvey øki á vestara havnarlagi. Tað eina er har kryvjivirkið hjá Bakkafrost er og hitt er økið norðanfyri, sum er óbygt, skrivar Jógvan Ravnsfjall í Norðlýsinum í november 2010.

Økið frá Stórubrúgv og út til Norðborg varð fyri 25-30 árum síðani útfylt til vinnu- og havnarøki, og síðani eru vinnubygningar bygdir á økið, allir við langtíðarleigumáli, men ogn hjá kommununi.

Og hetta hevur alla tíðina verði politikkurin hjá kommununi, at kommunan veitir vinnuni teir bestu karmarnar, og lutar út vinnuøkini til vinnuvirkini við langtíðarleigumáli.

Nú er so kommunan farin undir at selja burtur av ognunum á vinnuøkjunum, og verður hetta politikkurin hjá kommununi framyvir, so eri eg bangin fyri, at kommunan missir ræði á vinnuøkjunum í kommununi, teimum økjum, ið vinnan í framtíðini skal brúka til vøkstur og trivnað fyri øll í kommununi.

Tí hvat hendir, um eitt virki steðgar upp og ognirnar koma at standa óvirknar í eitt langt áramál. Tá er upprunaliga ætlanin við vinnuøkinum farin fyri bakka.

Ivasamt er um kommunan kann gera nakað við tað, uttan at keypa ognirnar aftur fyri tað, sum eigararnir tá leggja á.

So hvat er tá vunnið við nú at selja ognirnar á vinnuøkinum.

Tá havnarøkið á sinni varð útfylt til vinnuøkið, fekk kommunan yvir fleiri ár væl av studningi frá landinum til havnarútbyggingina. Tað var vanligt við havnarútbyggingum runt um landið tá.

Hvussu við tí?

Skal partur av tí, sum kommunan fær inn við søluni, latast landinum, tá landið í sínari tíð lat stuðul til havnargerðina?

Tá verður kommunurnar partur minni enn tær 5,2 mill. krónurnar, ið kommuna ætlar sær við sølu av hesum báðum ognunum.

Nú kommunan er farin í holt við at selja av ognunum á vinuøkjunum, mugu vit rokna við, at onnur virki, sum nú hava leigusáttmála, eisini vilja keypa økið, har teirra virki er, um tey síggja nakran fyrimun í tí.

Tá má kommunan eisini selja hesi, tí øll vinnan má verða viðgjørd á sama hátt.

Eftir er bert at vóna, at sølusáttmálin fyri hesar báðar fyrstu sølurnar greitt ásetur hvat hendir, um einki vinnuvirksemi verður á økinum. Um ongar greiðar ásetingar eru, so kann tað verða ein vanlukka fyri komandi vinnuvirksemi í Klaksvík.

Framvegis haldi eg, at kommunan eigur at verða eigari av øllum vinnuøkjum í kommununi, og so veita vinnuni bestu karmar og treytir við langtíðarsáttmálum.

Jógvan Ravnsfjall

formaður í Norðoya Tjóðveldisfelag