Harley
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Er tilfeingisgjaldið ognarskattur?

Jóhann Lützen

Samgongan, og serliga Tjóðveldi, hevur gjørt sera nógv burturúr at gera vart við, at orsøkin til fiskivinnunýskipanina var, at ongin privatur skuldi kunna fáa fiskiríkidømið kring Føroyar sum OGN. Í veruleikanum hevur tað ongantíð borið til, tí talan hevur einans verið um brúksrættindi, og hvat tí viðvíkir, er ongin broyting komin við nýskipanini. Rættindini eru nú sum áður brúksrættindi.

Men um vit spæla við eina løtu og taka Tjóðveldi uppá orðið, tá tey siga, at fiskiríkidømið varð útlutað sum ogn undir gomlu skipanini, so merkir tað tvey ting: 1) at tað at taka rættindini inn aftur tann 1. januar í ár var ognartøka, og 2) at tilfeingisgjaldið er ein ognarskattur.

Mortan Johannesen og P/F Enniberg spæla við. Í løtuni roynir felagið argumentið hjá Tjóðveldi sjálvum í rættinum, og sigur, at tað var ognartøka at inndraga rættindini hjá Ennibergi. Her valdi Landsstýrið enntá áðrenn freistina 1. januar 2018 í tveimum syftum at fara inn og taka rættindi sum royndaruppboðssølur. Og her kann Enniberg bara vinna – hevur Tjóðveldi rætt í, at fiskiríkidømið var ogn áðrenn fiskivinnunýskipanina, so fær Enniberg viðhald í, at talan var um ognartøku. Men kemur rætturin fram til, at talan ikki var um ognartøku, so fellur argumentið hjá teimum í Tjóðveldi til jørðina. Tí so var talan ongantíð um ognarrættindi.

Vit halda áfram at spæla okkum við tankan. Samgongan valdi einans at broyta skipanina fyri 23,5% av tilfeinginum – 15% til uppboðssølu og 8,5% til menningarkvotur. Hini 76,5%’ini hildu áfram sum eftir gomlu skipanini. Tað merkir, at var fiskiríkidømið ogn undir gomlu skipanini, so eru 76,5% framvegis ogn. Og tað merkir aftur, at so er tilfeingisgjaldið ognarskattur.

Hyggja vit at fyriliggjandi uppskotinum um veiðigjald, so eru tað heilt ørandi upphæddir, samgongan ætlar sær at trekkja burturúr fiskivinnuni. Nevndarlimur í Fiskimannafelagnum roknaði uppá tað, og roknar við makreli fyri 6,01 kr. pr. kg við miðalvekt uppá 430 gram. Tað gevur 430 faldað við 1,6 oyra fyri grammið gevur 6,88 kr. pr. kg. Kr. 6,01 av kr. 6,88 merkja 87,4% í “skatti”!

So eftir ongan ognarskatt at hava havt, er ætlanin at krevja næstan 90% inn í ognarskatti frá føroysku fiskivinnuni.

 

Vinnumálaráðið vil ikki spæla við

Poul Michelsen boðaði mikudagin 17. oktober frá, at hann ætlar sær ikki at brandskatta alivinnuna á sama hátt. Ein skattanevnd mælti annars til, at 80% av mettu tilfeingisrentuni vórðu kravd inn frá alivinnuni. Hetta hevði trekt 400 milliónir úr vinnuni. Annars stendur alivinnan til “einans” at skula gjalda 165 mió. komandi ár. Poul Michelsen heldur tað ikki vera skilagott at krevja so nógvan kapital úr vinnuni, og meldar seg harvið ósamdan við skattanevndina. Men leisturin, skattanevndin brúkar, er tann sami, sum Høgni Hoydal hevur skotið upp at brúka yvirfyri fiskivinnuni.

Her kemur hugsjónarligi munurin millum liberala Framsókn og reyða Tjóðveldið veruliga til sjóndar.

Sami hugsjónarligi munur sæst í rættinum hjá útlendingum at eiga í virkseminum. Aftur her tosar Tjóðveldi um ognarrættindi, og argumenterar út frá tí um, at um útlendingar bara eiga í føroyskum reiðaríum, so eiga teir eisini okkara fiskiríkidømi.

Vinnumálaráðharrin hevur eina munandi meira realistiska áskoðan á tilfeingið. Hann sær ongan trupulleika í, at útlendingar eiga í teimum føroysku alifyritøkunum, tí tað merkir ikki, at útlendingarnir fyri tað eiga teir føroysku firðirnar.

Hvussu er og ikki, so er onki at taka seg aftur í, at ert tú føroyskur vinnulívsmaður, so dámar tær uttan iva nógv betur at sortera undir Vinnumálaráðnum enn undir Fiskimálaráðnum.