Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Er toskur á Føroya Banka?

Aksel V. Johannesen

Vinnan og Havstovuna mugu draga somu línu, tí ósemjur tæna ongum endamáli. Landsstýrismaðurin eigur tí at byggja brúgv millum Havstovuna og vinnuna, so tey í felag kunnu gera royndartúrar á friðaðum økjum.

Vinnan og Havstovuna mugu draga somu línu, tí ósemjur tæna ongum endamáli. Landsstýrismaðurin eigur tí at byggja brúgv millum Havstovuna og vinnuna, so tey í felag kunnu gera royndartúrar á friðaðum økjum.

Magnus Heinason hevur aftur í ár gjørt stovnsmetingar á Føroya Banka. Úrslitið var ikki serliga hugaligt: 32 toskar í 29 hálum.

Sum altíð, koma umboð fyri vinnuna út í miðlarnar og seta spurnartekin við kanningarháttin hjá Magnusi Heinasyni.

Tvídrátturin millum vinnuna og Havstovuna má halda uppat, tí áhaldandi ósemjur gagnar ongum. Havstovan eigur at vera viðspælari hjá vinnuni, og vinnan viðspælari hjá Havstovuni.

Tað er uppgávan hjá politiska myndugleikanum at tryggja, at fiskifrøðin og vinnan arbeiða meira saman, enn gjørt verður í dag. Tí eigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum beinanvegin at loyva Havstovuni og vinnuni at gera felags royndir á Føroya Banka og á øðrum friðaðum økjum.

Latið tí eitt av størru línuskipunum gera royndartúr á Føroya Banka og møguliga á øðrum stongdum leiðum við eygleiðara frá Havstovuni umborð. Ein slík skipan vil skapa betri samljóð millum Havstovuna og vinnuna, størri forstáilsi fyri sjónamiðunum hjá hvørjum ørðum og økja álitið á stovnsmetingar og ta ávirkan friðingar hava á stovnsrøktina. Tí álit, felags stev eru avgerandi fyri framtíðar stovnsrøkt.

Væntandi játtan til Havstovuna eigur ikki at verða ein undanførsla, tí eg ivist onga løtu í, at skipini, sum sleppa at gera royndartúrar á friðaðum økjum, fegin rinda lønina hjá eygleiðaranum.

Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins

Harleywoodpaint