Veðurforsøgnin líkist henni í 1991, 1999 og 2019.
Veðurforsøgnin líkist henni frá teimum trimum síðstu meistaraheitunum hjá KÍ. Tá KÍ vann FM í Norðragøtu í 1991, FM í Klaksvík í 1999 og í Tórshavn í 2019, so var eitt, sum eyðkendi veðrið tann dagin. Tað regnaði! Teir allar flestu dystirnar í ár hevur tað verið turt, serliga til heimadystirnar hjá KÍ í Klaksvík, har kommunan hevur verið rakt av manglandi vatni stóran part av sumrinum. Men veðurforsøgnin nú boðar frá nógvum regni sunnudagin, tá dystirnir vera. Fyri at KÍ skal vinna FM sunnudagin, so skal KÍ fáa eitt stig meir enn Víkingur fær sunnudagin. KÍ spælir á útivølli móti ÍF og Víkingur á útivølli móti 07 Vestur.
Fortreytin fyri regninum frá 1991, 1999 og 2019 er til staðar sunnudagin útfrá veðurforsøgnini. Spurningurin er so, um tað er ein ábending um, at KÍ vinnur FM sunnudagin?



