Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Ergoterapistova til børn latin upp á Stangaskákinum

Jóhann Lützen

Á Stangaskákinum 1 læt fyrr í dag ein ergoterapistova til børn upp. Leiðarin er Carla Josenius Mikkelsen, og hon er útbúgvin ergoterapeutur. Carla eigur og rekur Ergoblómuna saman við Marini Egholm Jacobsen og Mariu Eyð Joensen. Norðlýsið var við, tá nýggja barna-ergoterapistovan hevði móttøku seinnapartin.

 

Frá 0 til 18 ár

Ergoterapistovan á Stangaskákinum er til “børn í øllum aldri”, um ein so kann siga. Tí øll úr 0 árum og fram til tey fylla 18, kunnu fáa ergoterapi har, um tey hava tørv á tí og/ella ergoterapeutiskari venjing. Ergoterapistovan er privat, og har er ikki nøkur beinleiðis almenn tilboð til hendan málbólkin. Tá fólk eru vorðin 18 ár, eru almenn tilboð til teirra.

Um ein persónur hevur trupulleikar við virkisførinum í gerandisdegnum, kann ergoterapi møguliga vera loysnin. Tá tað kemur til børn, so kunnu tað til dømis vera trupulleikar við trivnaði ella motorikki, ella møguliga eru tey sensitiv, t.v.s. sansa nakað út yvir tað vanliga. Fyri at finna út av, um ergoterapi kann hjálpa viðkomandi, verður ein boðin til samrøðu og til kanningar fyrst.

 

Veita ráðgeving

Ergoterapistovan veitir eisini ráðgeving um, hvussu ein kann tillaga sínar aktivitetir í gerandisdegnum, herundir hvussu ein kann tillaga umhvørvið, so tað hóskar betur til barnið. Annars arbeiðir ergoterapistovan heilt nógv við rørslu og spæli, havandi í huga, at talan er um børn. Eru umstøðurnar í lagi, so tíma øll børn at røra seg, eins og øll børn tíma at spæla.

Uttanfyri ergoterapistovuna er ein fittur sandkassi, og nakað av aktivitetunum hjá ergoterapistovuni fer eisini fram uttandura. Men har er tíverri eisini ein myrk síða:

 

Ergoterapi minkar stress og økir innlæring

– “Nógv børn eru stressað í dag. Tey hava nógv at gera, gerandisdagurin koyrir skjótt, og tað síggja vit aftur í eftirspurninginum hjá okkum til ergoterapi. Tað eru børn, ið hava trupulleikar við gerandisdegnum, ofta uttan at tey duga at seta ein fingur á, hvat eksakt tað er, sum bagir. Serliga eru tað børn á fyrstu skúlaárgangunum, ið hava hesar trupulleikar. Krøvini til børnini hækka nógv, tá tey gevast í barnagarðinum og fara í skúla”, sigur Carla.

Tað er tó ikki so einfalt sum at tað er skúlin, ið er orsøkin til strongdina hjá børnum. Børnini skulu eisini til alt møguligt aftaná skúlatíð, og alt tað tilsamans kann gerast ov nógv hjá einum barni, og tað gongur til tíðir út yvir evnini at hugsavna seg í skúlanum, og fáa harvið trupulleikar við at læra, sum so aftur elvir til meira strongd.

– “Hesi børnini hava ofta øgiliga gott av at koma til ergoterapi. Tey ganga til dømis til eitt ella tvey forløb og fáa nógv gott hiðani, sum so aftur smittar av uppá teirra gerandisdag. Tey fáa eitt slag av tryggleika og eina trúgv uppá, at tey klára okkurt í gerandisdegnum eisini. Tey tordu kanska ikki at súkkla ella at spyrja eftir einum øðrum barni at spæla við áðrenn, og har hevur ergoterapiin so givið teimum neyðugu trúnna á seg sjálvi til at leypa út í tað”, sigur Carla.

 

Heilsutrygd rindar 50%

Ergoterapistovan hevur avtalu við Heilsutrygd, og tað merkir, at ein kann fáa ávísing frá kommunulækna til ergoterapi, og Heilsutrygd afturrindar so 50% av kostnaðinum. Ein ávísing kann brúkast upp til 12 ferðir.