Nógv verður tosað um trygd á sjónum, og tað av røttum.
Menn fara á skeið í bæði einum og øðrum, tí hetta krevst sambært okkara – og altjóða – reglum.
Hvat fáa vit burtur úr?
Jú, eina devuls rúgvu at gjalda, fyri nakað, sum vit øll/allir vistu frammanundan, men bara ikki høvdu pappír uppá.
Oftast spyr skeiðleiðarin hvat ein fekk burturúr, og er svarið vanliga, at "eg fekk nógv burtur úr". Fyri tað mesta er hetta bert fyri at fáa skeiðhaldaran at halda, at hann hevur gjørt eitt megnar arbeiði. Hann tolir neyvan at hoyra annað.
Og so heldur ørvitisskapurin fram.
Gloymi aldri tann dagin eg var liðugur við mítt ARPA skeið. Tað munnu vera teir dýrastu fransktbreyðmolar eg nakrantíð havi etið. Vónbrotin? Jú.
Trygd á sjónum, jú, jú.
Neyðarkall er bert loyvt at senda um ein er í neyð og einum nýtist hjálp í stundini. Ein kann vera illa fyri um einum ikki tørvar hjálp. Ja kanska í dýrastu neyð.
Aftan á neyðarkallið kemur tað mest neyðuga, nevniliga neyðmeldingin. Hendan byrjar og endar sum alt annað í eini neyðstøðu, við einum orði, nevniliga: MAYDAY.
Hetta vita heilt sikkurt Petur D. Nolsøe, Thormóður, Sjúrður, sum standa fyri temadegnum um trygd á sjónum og so eg sjálvur. Heilt vist vinir mínir.
Alt um "stuldur" má koma aftaná, tí neyvan hevur tað nakað við neyðstøðuna at gera.
Hugsa tær teir menn, sum blokkeraðu teir fáu freq., sum vóru til fyri bert fáum árum síðan.
Hesir sungu av óvitskapi yvaleyst mangan mannin í grøvina.
Góða eydnu við temadegnum.




