Erik Nielsen er settur sum venjari hjá kvinnuliði, ið ætlar at koppa KÍ kvinnunum næsta ár.
Skála skrivar soleiðis í kvøld:
EB/Streymur/Skála kvinnur hava fingið nýggjan venjara.
Poul Grunnveit Olsen, sum hevur gjørt eittt megnararbeiði við kvinnunum, ynskti ikki at halda fram og tí skuldi nýggjur venjari finnast.
Valið fall á Erik Ernesto Nielsen sum hevur venjari bæði hjá ÍF/Vikingur og KÍ kvinnunum undanfarin ár. Eisini hevur hann vant 1. deild og U18 menn hjá KÍ, umframt at hava verið hjálparvenjari hjá EFFO-liðnum hjá KÍ undir Eyðun Klakstein.
Sáttmálin millum partarnar er galdandi fyri kappingarárini 2016 og 2017.
Fyri feløgini var tað týdningarmikið, at fáa ein venjara sum hevði somu ambitiónir sum vit hava. Málsetningurin er at kempa um meistaraheitið líka til tey seinastu umførini og vóna at tað fellir rættan vegin, skrivar Skála.




