Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Erika Elttør stillar ikki upp

John William Joensen

Norðoya Sambandsfelag boðar frá, at Erika Elttør av persónligum orðsøkum hevur tikið seg av listanum.

Erika Elttør, sum eisini er nevdarlimur í Norðoya Sambandsfelag, hevur seinastu árini verið valevni til baði løgtings- og býráðsval, men av persónligum orðsøkum hevur hon borið seg undan at stilla upp til komandi løgtingsval.

Nevndin í Norðoya Sambandsfelag skilir støðuna og sær fram til at Erika aftur verður á listanum til komandi val.

Sambandsfelagið í norðoyggjum hevði sett sær sum mál, at stillað fýra kandidatar upp – sum er passaligt sambært fólkatalinum.

Nevndin metir tað ikki verða neyðugt at finna valevni afturat uttan so, at talan er um ein sterkan kandidat, verður sagt frá Norðoya Sambandsfelag.