Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Erla og Jóannes blivu stjørnuskotini hjá KÍ

Jákup Ósá

Á KÍ ársveitsluni blivu ársins stjørnuskot vald.

Á KÍ ársveitsluni blivu ársins stjørnuskot vald.

Hjá kvinnum bleiv Erla Christiansen vald. Hon hevur spælt nógv í ár og skoraði 3 mál í 1017 minuttum. Erla er partur av U17 kvinnulandsliðnum.

Hjá monnunum var tað ikki óvæntað Jóannes Bjartalíð, sum fekk heiðurin sum ársins stjørnuskot. Hann hevur havt eitt framúr gott kappingarár, sum enntá er hansara fyrsta í Effodeildini. Hann skoraði 8 mál og legði upp til 14 mál í landskappingini. Jóannes er partur av U21 landsliðnum.

Tað er Bláa Bylgjan, sum á hvørjum ári velur ársins leikara og stjørnuskot.

Ársins stjørnuskot, kvinnur:

2011: Eyðvør Klakstein

2012: Katrina Akursmørk

2013: Monika Biskopstø

2014: Gudný Johannessen

2015: Erla Christiansen

Ársins stjørnuskot, menn:

2011: Álvur Christiansen

2012: Páll A. Klettskarð

2013: Oddmar Marsten

2014: Jóhan Jacobsen

2015: Jóannes Bjartalíð