Tá Televarpið ídag á fyrsta sinni seldi móttakarar í Klaksvík, varð eisini skipað fyri eini spurnarkapping, har eitt av viðskiftafólkunum kundi vinna ein móttakara, sum hevur eitt virðið uppá uml. 2.000 krónur
Eftir at Laila Simonsen, Martin Brodersen og Tróndur Djurhuus frá Televarpinum høvdu tikið vinnaran út, varð ringt til Ernu Thorleifsdóttir Sigurdsson og boðað varð henni frá at hon hevði vunnið.
Sum vera man kom Erna á staðið beinan vegin, og kundi fáa boksina handaða frá stjóranum sjálvum. Eydna segði, at hon ongan parabol hevði frammanundan og at hetta var ein kærkomin vinningur.




