Kom so og lurta eftir Kristinu Hermann. Hon hevur tríggjar fyrilestrar um tað at vaksa upp í familjum við rúsdrekkatrupulleikum:
Kom so og lurta eftir Kristinu Hermann. Hon hevur tríggjar fyrilestrar um tað at vaksa upp í familjum við rúsdrekkatrupulleikum:
Á seglhúsloftinum á Tvøroyri leygardagin 6. juni klokkan 15.00.
Í Starvsmannafelagnum í Tórshavn mánakvøldið 8. juni klokkan 20.00.
Í Losjuni Glotta við Gøtugjógv týskvøldið 9. juni klokkan 20.00.
Fyrilestrarnir snúgva seg um særd børn hjá foreldrum, ið drekka. Eisini eru fyrilestrarnir áhugaverdir fyri tey, ið viðgera ella kenna fólk við rúsdrekkatrupulleikum.
Drekkur onkur í húsinum, verður øll familjan ávirkað. Er rúsdrekka gerandiskostur, rakar tað børnini meinast. Hvussu ávirkar tað eitt barn, sum noyðist at sigla millum skerini, tá ið alt flýtur í alkoholi? Og hvussu finnur tú stevið sum vaksin, tá ið tú ikki slapp at vera barn?
Teir spurningarnar fer fyrilestrahaldarin at viðgera. Kristina Hermann er sálarfrøðingur og rithøvundur. Seinastu 15 árini hevur hon arbeitt við avvarðandi hjá rúsdrekkamisnýtarum.
Stuðulsfelagið hjá Heilbrigdi




