Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin kann ikki góðtaka tíðindini um at enn ein suðuroyarsemja er gjørd í samgonguni, sum enn einaferð útsetir íløguna í nýggjar tunlarnar norður um fjall
Jákup Mikkelsen, løgtingslimur fyri Fólkaflokkin, er sera misnøgdur nú tíðindi eru farin at ganga um enn eina suðuroyarsemju í samgonguni.
– Eg má siga at tað kom illa við at frætta í miðlunum um at suðuroyartingmennirnir í samgonguni hava fingið eina avtalu í land, sum merkir at tá arbeiði uppá Hvalbiartunnilin verður bjóða út, skal arbeiði uppá Fámjin tunnilin samstundis bjóðast út soleiðis, at tá Hvalbiartunnilin er liðugur verður spakin settur í til Fámjinstunilin.
– Hetta merkir at tunlarnir norður um fjall enn einaferð verða útsettir og tað kann eg als ikki góðtaka.
– Løgtingið hevur fingið eitt uppskot frá kommununum norðanfyri, sum hvussu tunlarnir kunnu gerast og er tað alneyðugt at hesar tunlarnir verða bygdir nú.
– Tað tykjast ikki verða mørk fyri tí sum suðuroyartingmennirnir kunnu fáa ígjøgnum í hesum døgum, men støðan erlívshættislig á farleiðini norður um fjall og tí er átrokandi neyðugt at okkurt verður gjørt beinan vegin, sigur Jákup Mikkelsen.



