Tað er brennandi spurningurin, ið hevur tikið seg upp seinastu tíðina.
Tað er brennandi spurningurin, ið hevur tikið seg upp seinastu tíðina.
Heri Simonsen hevur verið áskoðari í Gundadali í 35 ár. Mánadagin hevði hann hesa klummuna í Sosialinum. Við loyvi frá Hera endurgeva vit her niðanfyri hansara áhugaverdu hugleiðingar kring uppbakningin í Gundadali fyri teimum báðum stóru havnarfeløgunum.
Eru fótbóltshugað havnarfólk gírig ella líkasæl?
Aftaná dystin millum B36 og HB í 10. Umfari vóru aftur vónir um, at nú fóru havnarfólk í størri tali at møta upp til heimadystirnar hjá HB og B36, men nei sunnudagin aftaná var aftur galið, sum tað hevur verið galið tey flestu umførini til heimadystir hjá HB og B36 í Gundadali undanfarnu árini. Ein grannauppgerð millum HB og AB savnaði bara 300 áskoðarar í Gundadali. Og tá var ein rættiliga fittur partur AB-áskoðarar, sum fylgja liði sínum á útivølli, hóast úrtøkan bert hevur verið tvey skallut stig. Hvat bagir havnarfólki? HB spælir undir Oddbirni Joensen, sum venjara málsóknan og undirhaldandi fótbólt, og liggur greitt á odda í effodeildini. Og hetta er kortini ikki nóg mikið til, at HB-áskoðarar koma niðan í Gundadal til ein heimadyst hjá HB. Ikki er frægari hjá B36. Í fjør upplivdu spælararnir hjá B36 tann tort, at bert 38 gjaldandi áskoðarar vóru til dystin millum B36 og FC Suðuroy. B36 hevur eitt spennandi lið við nógvum góðum spælarum, men nógv B36-viðhaldsfólk velja ikki at koma niðan í Gundadal at síggja B36 á heimavølli! Eru tað tær 80 krónurnar, sum eru forðingin hjá havnarfólki at koma niðan í Gundadal at hyggja eftir liði sínum? Er gírigheitin størri enn hjartalagið? Ella eru fólk í Havn við árunum bara blivin líkasæl, tá tað kemur til dystir í tí fremstu fótbóltsdeildini? Ella er orsøkin, at HB og B36 hava ov fáar í felagnum uppaldar spælarar á teimum bestu mansliðunum, og tí halda familjurnar, vinirnir og kenningarnir hjá hesum uppaldu spælarunum seg burtur til heimadystirnar hjá B36 og HB? Hevur KÍ nógvar heimaáskoðarar, tí klaksvíkingar kenna, og eru í ætt við allar spælararnar á besta mansliðnum hjá KÍ? Ella er orsøkin til fallandi áskoðaratalið í Gundadali ein heilt onnur? Orsøkin má finnast, tí vánaligu áskoðaratølini í Gundadali mugu betrast. Kanska HB og B36, sum eina roynd burdu sett atgongumerkjaprísin til 50 krónur, fyri at vita, um tað hjálpir?




