Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eru komnir aftur í øllum góðum

Oliver Joensen

kl 22.30 – Fólkini eru øll komin aftur í øllum góðum. Myrkur kom á tey og tá tey ikki vóru væl kend á staðnum valdu tey at biðja um hjálp. Ein av persónunum í fylgingum varð nakað kaldur, men annars spældi alt væl av.Tey vóru bert einar 50 metrar yvir sjóarmálanum tá tey valdu at biðjað um hjálp.

kl 22.30

Fólkini eru øll komin aftur í øllum góðum. Myrkur kom á tey og tá tey ikki vóru væl kend á staðnum valdu tey at biðja um hjálp. Ein av persónunum í fylgingum varð nakað kaldur, men annars spældi alt væl av.

Tey vóru bert einar 50 metrar yvir sjóarmálanum tá tey valdu at biðjað um hjálp.

21:30

Nógv bjargingarvirksemi er norðanfyri byrgingina um Haraldssund í løtuni. Politiið í Havn sigur, at teir hava fingið fráboðan um at nakrir útlendingar hava gingið seg fastar omanfyri Haraldssunds bygd. Útlendingarnir hava sagt seg síggja oman á bygdina.

Vit hava sett alt í gongd, politiið, bjargingarfelagið og Tyrludeildin hjá Atlantic hava fingið boð.

Sum Norðlýsið skilir, so er ikki vandi fyri fólkunum, spurningurin sýnist heldur at vera at fáa tey oman aftur úr fjøllunum nú áðrenn myrkrið rættuliga kemur á.