Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Eru Norðoyggjar í Føroyum?

John William Joensen

Fyri alt ov nógvar føroyingar eru Norðoyggjar bara okkurt har norðuri, sum ongin áhugi er fyri. Einki er nýtt undir sólini stendur skrivað og so er eisini við hesum, skrivar Magna Reid Joensen í brævið til Norðlýsið. Hon hevur funnið áhugavert notat í skjalagoymsluni hjá pápa sínum Robert Joensen, sála, sum vísir til samskiftið millum Klaksvíkar Kommunu og Løgtingið.

Magna skrivar:

Kemur málið um tunlar Norð um Fjall at ganga sum við havnarviðurskiftunum í Klaksvík á sinni, so eru útlitini vánalig – heilt vánalig.

110 ár eru liðin síðani Klaksvík varð sjálvstøðug kommuna, og mong hava brotini verið bæði fyri ta tíð og síðani. Her verður eitt tikið fram, sum vísir ágrýtni, tol og arbeiðssemi hjá norðingum og teirra mangan møðsama stríð við landsmynduleikarnar.

Eftir at Klaksvík var góðkend sum sjálvstøðug kommuna í 1908, var eitt tað fyrsta hon gjørdi var at søkja um studning til atløgubryggju. – Tað fekk hon ikki; men í 1910 fekk hon loyvi at hava Vánna, sum vetrarlegu til deksfør, sum frammanundan høvdu noyðst at ligið m.a. á Skálafjørðinum og í Vestmanna. 

Eftir umbønum frá Klaksvíkar Kommunu um alneyðuga atløgubrúgv, kom lóg í 1913 um atløgubryggjur í Føroyum:

 

Tórshavn     2.070.000 kr

Tvøroyri          341.000 –

Skopun           192.000 –

Sørvágur          13.000 –

Miðvágur         231.000 –

Kvívík                22.000 –

 

Sum sæst – onki til norðingar – og sum verða man, var misnøgdin stór í Norðoyggjum.

Eftir hetta vórðu fleiri skriv send til løgtingið um atløgubryggju; men onki nyttaði.

Ikki fyrr enn í 1917 verður umbønin tikin meira í álvara, tá ”Udvalgsbetænkning” heitir á løgtingið um eisini at gera atløgubryggu í Klaksvík, soleiðis sum samtykt var til hini plássini í 1913.

Men heldur ikki hesa ferð hava løgtingið og ríkisstjórnin nakran skund í málinum og svarar Klaksvíkar Kommunu átta ár seinni í 1921, at tey ikki hava gloymt umsóknina um bygging av havnarlagi. 

Veturin 1914-15 lógu 15 føroysk deksfør fyri teym á Vánni

Í tíðini okt. 1914 til mars 1915 komu 71 skip inn á Klaksvík.

Í tíðini apríl – sept. 1915 ankraðu 74 útlendsk skip á Vánni í Klaksvík. 

 

Meðan árini ganga royna Norðingar sjálvir at loysa trupulleikan og byggja smærri atløgubrýr fram við Vánni, og eisini leggja teir ketur um Vánna til festi hjá deksførunum.
Umleið 1930 hevur Kjølbro bygt brúgvar, so størri skip kundu leggja at har, og Tjaldur fekk lossað frá báðum lúkum samstundis.

Nakað um somu tíð kemur skriv frá løgtinginum, har teir kæra seg um, at Smiril ongastaðni fær lagt at í Klaksvík. – Svarið, løgtingið fekk, er ikki borðbart.

Í 1935 fær Klaksvíkar Kommuna játtan um ríkisstudning til bygging av havnarlag, treytað av, at kommunan útvegar sær 1/5 av kostnaðinum.

Ikki fyrr enn nærum 30 ár eftir at biðið varð um atløgubryggju, verður arbeiðið gjørt.

Løgtingið og hugburðurin har er ikki nógv broytt síðani, tá hugsað verður um tunlarnar Norð um Fjall – og onnur viðurskifti við