Vit høvdu vantað størri áhugið var fyri Kósini sigur Suni Scwartz Jacobsen, stjóri í Føroya Banka, sum nú fer at royna at selja Kósavirkið í almennari útbjóðing. Í Klaksvík seta menn hinvegin spurnartekin við um bankin í heilatiki er áhugaður í at virksemið kemur aftur á Kósini.
Gjaldsteðgurin hjá Kósini er nú endaður og samstundist verður punktum sett fyri royndunum, at reisa nýggjan kapital fyri at endurreisa virksemið á Kósavirkinum.
– Vit kunnu bara staðfestað at áhugin í norðoyggum fyri Kósavirkinum er ikki tann sum vit høvdu vantað og hóast vit seinasta hálva árið hava arbeitt við at funnið váðafúsan kapital – so hevur hetta ikki eydnast okkum. Hetta mugu vit fyrihalda okkum til og tá eigararnir ikki vóru áhugaðir í at halda fram við gjaldsteðginum – samdust vit um at bjóða Kósavirkið út í fríari sølu og so mugu vit síggja hvussu tað fer at ganga, sigur Suni Scwartz Jacobsen, stjóri í Føroya Banka.
Kósavirkið hevur eina framtíð
Tað eru røddir í vinnuni sum seta spurnartekin við um pláss er fyri Kósini, havandi í huga at trupult er at fáa hendur nøktandi rávøru til virkið, men hetta metir bankin ikki verða ein trupuleika.
– Kósavirkið hevur fyrr koyrt uttan at hava beinleiðis atgongd til ráðvøru við at eiga skip og tað meta vit eisini átti at verið gjørligt í framtíðini.
– Men tað er klárt at skal nakað virksemi fáast aftur á Kósavirkinum so er neyðugt við váðafúsum kapitali og nú fáa vit at síggja hvussu áhugin verður fyri at keypa virkið.
Hvørji eru áhugamál bankans?
Hóast stjórin í Føroya Banka Suni Scwartz Jacobsen sigur at arbeitt verður við at finna eina loysn, so er tað ein sannroynd at ongantíð í søguni hava maskinurnar á Kósavirkinum staði stillar so leingi. Tá kreppan var uppá tað harðasta fyrst í 90-unum tók tað ikki tríggjar mánaðar at endurreisa virksemið og vinnulívsmenn í norðoyggum, sum vit hava tosað við, seta spurnartekin við um tað er í tráð við áhugamálini hjá Føroya Banka at Kósavirkið aftur gerst virkið.
Víst verður á at bankin fíggjar onnur flakavirki og spurningurin er um tað ikki er betur fyri Bankan at Kósin liggur still meðan virksemið er aðrastaðni í landinum og tí verður spurnartekin sett við um bankin hevur áhugað í at Kósavirkið letur upp aftur og ferð at kappast við aðrar um rávøruna.
Eingin fiskur hagreiddur í Klaksvík
Tann 22. august verður Føroya Sjómanndagur í Klaksvík og sum støðan er í løtuni er sannlíkt, at dagurin verður hildin samstundis sum eingin fiskur verður hagreiddur í Klaksvík. Og so leingi sum eingin fiskur verður hagreiddur í Klaksvík er meira til hinar aktørarnar á marknaðinum og spurningurin er um vit ikki í løtuni síggja eina byrjan til eina ógvusliga sentralisering av fiskaframleiðsluni í Føroyum.
– Ein sentralisering av allari fiskaframleiðsu í Føroyum er ikki ein nýggjur tanki – men hetta verður uttan iva ein katastrofa fyri eitt økið sum norðoyggjar, sigur vinnulívsmaður, sum vit hittu á máli fyri løtu síðan, og hann helt tosið um almenna útbjóðing bara var enn meira snakk.
Kósavirkið: Tað er Útnorðurgrunnurin, ið hevur fyrsta veðrætt, fimm milliónir krónur, og Føroya Banki sum situr við øðrum veðrætti, 27 milliónir.




