Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eru vit nóg dugnalig at fáa burturúr tilfeinginum?

John William Joensen

Tá ið tosað verður um tilfeingið, so verður oftast tosað um fisk og olju, men fjøllini og seyðurin er eisini partur av tilfeingi okkara.

Hvørt heyst hesi seinastu árini, hava vit hoyrt brennistøðirnar lýsa við ymiskum reglum fyri hvussu burturkast av heystinum skal viðfarast.
Nógv hevur eisini verið frammi í fjølmiðlunum um skinnini og ullina, sum ið alt ov lítlan mun verður gagnnýtt, tað er ein trupulleiki, sum um ikki annað, so hevur ljóskastarin verið settur á hetta og harafturat eru tey fleiri, sum royna at gera meira burturúr at fáa ull og skinn til høldar, sjálvt um vit helst kundu verið komin longur á hesum øki.
Men framvegis fer ov nógv av slaktinum burtur. Tað er ikki óvanligt, tá menn fletta ídag, at alt innan í seyðinum fer burtur, blóð, vembur, garnmørar, mørar og annað og hartil er ikki óvanligt at frætta, at eisini høvdini verða koyrd burtur.
Tíðir broytast, tað má man siga, tí hyggur tú niður í ein av kontainarunum hjá IRF, ið er settur burturav til at taka ímóti "avfalli" frá heystinum, so kanst tú ikki annað enn hugsa um, at meginparturin, sum ídag blívur tveittur burtur, bert fyri einum ella tveimum ættarliðum síðani bleiv gagnnýtt og tað enntá til matnað.
Gamaní eru tíðirnar broyttar. Kvinnurnar ganga ikki heima ídag og taka upp til húsarhaldið, og júst tað, at gera bloðpylsu og annars at taka upp eftir heystinum ber helst illa til hjá teim flestu ídag, tí tað krevur nógva tíð og orku.
Men hinvegin áttu vit í nýggju tíðini at funnið nýggjar háttir at gagnnýtt tað, ið vælegnað er til matnað.
Í londunum rundanum okkum hava tey verið dugnalig í somáta, sjálvt í Danmark ber til at keypa blóðpylsu og fyri ikki at tala um Ongland og Skotland, so hava tey í hesum framkomnu ídnaðarlondum eisini megnað at brúka ein stóran part av hesum tilfeingi, soleiðis at hetta er lætt atkomuligur og forkunnugur matur at koma til hjá familjuni eisini í 2005.
Í mangar mátar eru vit alt ov skjót at gloyma nátúrliga virðið í okkara egna tilfeingi. Um vit bara hugsað aftur til kreppuárini her í Klaksvík, so vóru bátabrúgvarnar á Borðoyarvík um at søkka av fólki, bæði fastløntum og øðrum, sum stóðu á seiðabergi og royndu at fáa sær eitt ískoyti til strongda húsarhaldið og tað var ikki sørt, at fólk sum ikki áður høvdu gjørt knettir og frikadellur, tóku seg saman um at gera eina stóra portión niður í boksina, og tosað var eisini um, hvussu nógvir møguleikar lógu í seiðinum til ymiskar døgurðarættir.
Men longur vit fara burturfrá slíkum døgurðarættum, verri verður at fáa fólk at eta slíkt og tað er stórt spell.
Tí áttu vit nú at fingið eitt kjak um, hvussu vit millum annað fáa brúkt tilfeingið av slaktinum betur. Alt gott um innflutning av matvørum, men vandi er eisini í tí valferðini, tað hava vit sæð áður og tí eiga vit eisini at brúka okkara egna, og ikki sum nú, byggja út brennistøðir at taka ímóti slíkum sum vit skylda børnum okkara og komandi ættarliðum at gagnnýta.