Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ES boykottið – hvat er málið um?

Lesarabræv

Um eina stóra viku kemur ES bannið helst í gildið, men hvat snýr málið seg um?

Um eina stóra viku kemur ES bannið helst í gildið, menhvat snýr málið seg um?

Sæð úr Føroyum er ósemjan um, at Føroyar ikki fáa ein nógstóran lut av sildini, hvørki søguliga ella í mun til broyttar umstøður.

Okkara mótpartar hava tó megnað at varpað eina heilt aðraásjón út. Hon er heilt einføld og og greið. Føroyar  halda ikki ásetingar um burðardygga veiðu, ogtí skulu tiltøk setast í verk ímóti Føroyum. Føroyar eru ein Bandit State, tátalan er um fiskivinnu.

ES kommiserurin Damanaki var púra greið á tíðindafundiherfyri. Hetta handlar um, at fiskivinnan skal verða burðardygg – Føroyar fiskaikki burðardygt – tí setur ES tiltøk í verk ímóti Føroyum.  Hetta er ein sera góð og einføld populistisksøk fyri ein politikkara – og Damanaki sleppur at spæla hetta spæl at kallauttan mótspæl.

Sama stendur at lesa í fráboðan frá danska MatvørumálaráðharranumGjerskov, sum seint í farnu viku segði, at Danmark gongur ikki inn fyri, atfiskivinnan ikki er burðardygg, men at seta tiltøk í verk, er ikki tað rætta,segði hon. Her hava vit “okkara” rødd í ES, sum alment greinar støðuna viðútgangsstøði í tí, sum mótparturin byggir málið á, nevniliga at Føroyar ikkifiska burðardygt.

Vit síggja í almennu donsku lýsingini av málinum, sum Matvørumálaráðiðstendur fyri saman við danska Uttanríkisráðnum, at Danmark ikki einans kennirseg bundið at fylgja møguligum tiltøkum, sum ES setur í verk, men eisini at altmálið byggir á, at Føroyar ikki fiska burðardygt. Tað er tað lógargrundarlagiðfyri tiltøkum frá ES byggir á.

Heimurin er ikki gjørdur av lógum eina, og at havaløgfrøðiliga rætt er ikki altíð nóg mikið. Hóast vit kunningarliga hava einagóða søk, sum er væl egnað at fáa í miðlar aðrastaðni, so er tað bara Damanakiútgávan, sum fær rúmd uttanfyri Føroyar og enntá í so stóran mun, at tað er einsjálvfylgja at skýra okkum Bandit State. Her hava politisku skipanirnar hjáokkara mótstøðufólkum megnað  at fáaopiniónina við sær, og tá politisku skipanirnar hava opiónina við sær, kannverða sera trupult at standa ímóti, sjálvt um vit hava løgfrøðisliga rætt.  Tá so ein toppolitikari sum Damanaki leggurso nógv fyri at revsa Føroyar  – og atalt annað ger, at hon missir andlit og trúvirði, ja so er tað ikki altíð galdandireglur ella rættvísi, sum hava avgerandi orðið.  

At vit hava rætt, er tað eingin ivi um – men tað hjálpirikki, um tað bara eru vit sum vita, at vit hava rætt….