Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ES forsetin hóttir nú Føroyar við fleiri handilstiltøkum

John William Joensen

Í kunngerðar blaðnum hjá ES sum júst er útkomið stendur at lesa at bann verður sett móti innflutningi av makrel og sild úr Føroyum og føroysk skip verða bannað at koma í ES havn, men samstundis verður boða frá øðrum tiltøkum í kunngerðini sum er undirskrivað av sjálvum ES forsetanum, Jose Manuel Barroso

Í kunngerðar blaðnum skrivar ES kommisjónin at við lýstu tiltøkum verða føroyskar makrel og sildavørur burturvíst frá ES marknaðinum at skuldi tiltøkini víst seg ikki at ávirka føroysku støðuna skilar ES kommisjónin sær rætt til at seta fleiri tiltøk í verk.

Kunngerðin:

Tað er bannað at innflyta í ES lond makrel og sild sum er fiska við loyvið frá føroysku stjórnini.

Tað er bannað ES havnum at taka móti skipum sum hava fiska makrel og sild við loyvi úr Føroyum ella skipum sum sum flyta makre ella sild frá skipum sum fiska við føroyskum loyvum.

Sjálvur ES forsetin , Jose Manuel Barroso hevur undirskrivað kunngerðina sum er dagfest 20. August og kemur í gildi 28. August og í kunngerðini verður undirstrikað at hetta bert eru fyrstu stigini.

Skip sum fiska ella flyta makrel og sild verða skrásett á listum sum verður sendur limalondunum. 

SÍ kunngerð niðanfyri (PDF)