Fiskivinnunevndin hjá ES sum fundaðist líka til kl 07 í morgun kundi ikki semjast um at seta tiltøk í verk móti Føroyum og Íslandi í samband við makrel fiskiskapin, men semja var um at seta tiltøk í verk móti Føroyum í samband við føroyska sildafiskiskapin.

Tað var Stóra Bretland sum heitti á Kommisjónina um at seta handilsforðingar í verk móti Føroyum og Íslandi í samband við at Føroyar og Ísland hava ásett sær eginkvotu fyri makrel og sild. Hóast fleiri limalond tóku undir við tiltøkum var avgjørt at royna samráðingar serliga við nýggju íslendsku stjórnina.
Men í fundarniðurstøðuni var breið semja um at ES ikki kann góðtaka at Føroyar ásettu sær hægri sildakvotu, og fiskivinnunevndin tók undir við at tiltøk beinanvegin verða sett í verk.
Serliga hevur sildin týdning fyri lond sum Bretland, Írland og Frankarríki.
Uttanríkisdeildin í tinganesi sigur í morgun at enn er eingin formel fráboðan um tiltøk komin frá ES. Sambært reglunum hava Føroyar ein mánað at svara ES og tí ganga allarhelst tveir mánar frá tí at formell fráboðan verður send Føroyum til tiltøkini í fyrsta lagið fara at virka.