Føroyskir granskarar lítlan møguleika at luttaka í FP7, tá einans 400.000 kr. verða settar av, soleiðis sum seinasta fíggjarlógaruppskotið leggur upp til.
Størsta peningaupphæddin sum nakrantíð er játtað til gransking í ES høpi varð játtað síðst í november. Føroyskir granskarar hava róð uppundir at fáa føroyskan pening játtaðan til granskingarsamstarv við ES, soleiðis at teir kunnu verða javnsettir granskarum í ES og kunnu luttaka í risastóru rammuskráini hjá ES – FP7 (‘Seventh Framework Programme for Research’). Mentamálaráðið arbeiðir í hesum døgum við at gera tað møguligt hjá føroyskum granskarum at verða við longu frá fyrsta januar 2007.
Hósdagin 30. november avgjørdi Evroparáðið at avseta størstu upphæddina til gransking, sum nakrantíð er játtað í evropeiskum høpi. Tey næstu sjey árini verða 50,52 mia. euro lætnar til gransking. Hetta svarar til umleið 50 mia. kr. um árið ella 1 mia. kr. um vikuna!
Karmarnir
Gransking, nýskapan og menning í heimsklassa er nøkur av høvuðspunktunum í evropeisku dagsskránni. Undir slagorðunum ‘svørini í morgin skulu finnast í dag’ hevur ES avsett 50,5 mia. euro í nýggja granskingarbudgettinum. Peningurin skal veitast ígjøgnum 5 heildarskipanir innan gransking og teknologiska menning í árunum 2007 til 2013.
FP7 fevnir um 5 yvirskipaðar karmar, sum granskingin verður stuðlað eftir. Tann størsta heildarskipanin er serskráin Samstarv, um fevnir um tíggju ymisk granskingarøki. Evni innan hetta serøkið fevna um alt frá heilsu og biotøkni yvir kunningar og nanotøkni til sosiobúskap til hugvísindi. Mett verður at Føroyar hava nógvar verkætlanir, sum kunnu fella inn undir serskránna Samstarv.
Føroyar
Í Føroyum hevur landsstýrið stórar ætlanir um, at Føroyar skal verða við í teknologisku og vísindaligu framgongdini og harvið eisini við í granskingini. Í Visjón 2015 (sí www.visjon2015.fo) ætlanini, hevur arbeiðsbólkurin fyri grundarsteinarnar, gransking, menning og nýskapan sett út í kortið, at Føroyar skal verða millum tey fremstu londini í heiminum innan gransking á útvaldum granskingarøkjum.
– Um enn vit hava stórar ætlanir, so mugu vit vera realistisk. Føroyingar eru ikki nógvir í tali og mongdin av persónum við granskingarførleika er ikki stór. Tað kostar nógv at granska, og eru pengarnir ikki teir heilt stóru í Føroyum, umframt at vit ikki hava langa siðvenju við gransking. Tí er tað av stórum týdningi, at vit sleppa við í samstarv við teir stóru, sigur Jákup Mørkøre, samskipari fyri fiskvinnugransking. (www.fvg.fo)
Samstarv
Fyri at fáa møguleika at granska í FP7 høpi, er neyðugt at Føroyar játta pengin til hetta samstarv. Møguleikarnir eru nógvir, um vit fáa fótin innum ES granskingina, men enn eru pengarnir ikki játtaðir.
Í uppskotinum hjá strategibókinin innan gransking stendur, at Føroyar eiga at gerast ein partur av 7. rammuskránni hjá ES viðvíkjandi gransking. Um føroyingar skulu koma við, so er avgerandi neyðugt, at peningur verður játtaður til hetta samstarv.
Kristianna S. Jacobsen, fulltrúi á mentamálaráðnum, sigur at Mentamálaráðið arbeiðir við at gera tað møguligt hjá føroyskum granskarum at vera partur av ES rammuskráini FP7 frá fyrsta januar 2007. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2007 eru avsettar 400.000 kr. til ES samstarv. Í viðmerkingunum stendur, at “játtanin er ætlað til fyrireikingar v.m. í sambandi við at Føroyar fara at taka lut í ES útbúgvingar- og granskingarprogrammum.”
– Tað er av stórum týdningi fyri føroyska gransking, at vit kunnu gerast ein partur av hesi rammuskránni. Men fyri at sleppa við er tað ein treyt, at Føroyar eisini seta pening av til gransking í ES høpi, sigur Jákup Mørkøre, samskipari í fiskivinnugransking.
Hann heldur at tær 400.000 kr. ið eru avsettar í uppskotinum fyri fíggjarlóg er ein byrjan, men at hesin peningurin ikki gevur atgongd til FP7.
Jákup Mørkøre heldur, at áleið 1,5 mio. kr. (í fyrsta umfari) skulu setast av árliga, fyri at føroyingar kunnu koma við í 7. rammuskránna hjá ES. Hetta er upphædd, sum er eitt slag av “limagjaldi”, sum skal gjaldast inn til FP7-skránna (DG Research) fyri at føroyskir granskarar kunnu vera mettir, sum javnlíkar, tá teir luttaka í ES-verkætlanum.
Í dag er næstan ógjørligt hjá føroyskum granskarum at luttaka, tí beinanvegin, at granskingarbólkarnir hoyra, at talan er um 3. landsluttakara, so orka teir ikki at fara í holt við at kanna “ymiskar møguligar undantaksreglur” og velja tí heldur onkran annan luttakara, sum ongir trupulleikar eru við; eitt nú ein frá frá ES, Noreg, Ísland ella Grønlandi.
Um málini, ið myndugleikar og onnur hava sett fyri gransking skulu røkkast, so skulu fleiri pengar játtast til gransking og ítøkilig stig verða tikin. Um føroyingar sluppu við í 7. rammuskránna hjá ES innan gransking, hevði tað opnað nógvar dyr fyri føroyska gransking.
Meir um FP7: http://cordis.europa.eu/fp7/home_en.html




