Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ES handilstiltøkin viðgerast á almennum fundi hóskvøldið

Hannefíða Joensen

SKÚLIN VIÐ ÓSÁNNA Í KLAKSVÍK: Hóskvøldið 15. august kl. 19 fara Dr. Bjørn Kunoy (løgfrøðingur í Uttanríkistænastuni) og Hans Elllefsen, PhD í búskapi at greiða frá “Ósemjur um býti av ferðandi fiskastovnum: Altjóðarættarlig atlit” og “Betri millumtjóða avtalur við spæliteori” Síðani verður eitt pallborð mannað av Kaj Leo Holm Jóhannesen, løgmanni, Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, Pól Huus Sólstein, stjóri í North Pelagic, Bjørn Kunoy, uttanríkistænastan og Hans Ellefesen, PhD í búskapi. Kjakast verður um makrel- og sildastríði millum Føroyar, Ísland, Norra og ES og høvi verður at seta spurningar úr salinum.

Hóskvøldið 15. august kl. 19 fara Dr. Bjørn Kunoy (løgfrøðingur í Uttanríkistænastuni) og Hans Elllefsen, PhD í búskapi at greiða frá “Ósemjur um býti av ferðandi fiskastovnum: Altjóðarættarlig atlit” og “Betri millumtjóða avtalur við spæliteori” Síðani verður eitt pallborð mannað av Kaj Leo Holm Jóhannesen, løgmanni, Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, Pól Huus Sólstein, stjóri í North Pelagic, Bjørn Kunoy, uttanríkistænastan og Hans Ellefesen, PhD í búskapi. Kjakast verður um makrel- og sildastríði millum Føroyar, Ísland, Norra og ES og høvi verður at seta spurningar úr salinum.

Vertur: Jón Brian Hvidtfelt


Skrá fyri fundin 

FRAMLØGA 15-20 min. Dr. Bjørn Kunoy, løgfrøðiligur ráðgevi í Uttanríkistænastuni 

“Ósemjur um býti av ferðandi fiskastovnum: Altjóðarættarlig atlit” 

FRAMLØGA 15 – 20 min. Hans Ellefesen, PhD í búskapi 

Betri millumtjóða avtalur við spæliteori 

Hann vardi fyri kortum PhD ritgerða á Sydansk Universitet “Essays on Strategic Management of Shared Fish Stocks Applied to the Pelagic Complex in the North East Atlantic”, har hugt var at avtalunum um pelagiskan fisk í Norðuratlantshavi, serliga um sild, makrel og svartkjaft. Fokusið í ritgerðini er at hyggja at stabilitetinum av avtalunum, hvussu avtalur kunna gerast, ið halda yvir tíð. 

Panelborð: 

Kaj Leo Jóhannesen, Løgmaður 

Jacob Vestergaard, Landsstýrismaður í fiskivinnumálum. 

Sjúrður Skaale, Fólkatingslimur 

Pól Huus Sólstein, stjóri í NorthPelagic 

Bjørn Kunoy, uttanríkistænastan 

Hans Ellefesen, PhD í búskapi (fiskimálaráðið)