Fyri løtu síðan móttók Fiskimálaráðið eitt løgfrøðiligt notat frá ES Kommisjónini har boða verður frá at Føroyar nú er skrásett sum eitt land í loyvir fiskiveiðu eftir Norðhavssild sum ikki er burðadygg. Mett verður at tiltøk kunnu í fyrstalagið verða sett í verk um tveir mánaðar.
Fyri løtu síðan móttók Fiskimálaráðið eitt løgfrøðiligt notat frá ES Kommisjónini har boða verðrur frá at Føroyar nú er skrásett sum eitt land í loyvir fiskiveiðu eftir Norðhavssild sum ikki er burðadygg. Mett verður at tiltøk kunnu í fyrstalagið verða sett í verk um tveir mánaðar.
Uttanríkisdeildin hjá Landsstýrinum váttar fyri løtu síðan at ES hevur í morgun sent Føroya Landsstýri eitt notat har gjørt verður greitt at Føroyar eru skrásettar sum eitt land sum loyvir fiskiveiðu sum ikki er burðadygg og at kommisjónin tí er í ferð við at seta tiltøk í verk móti Føroyum.
Landsstýrið hevur ein mánað at svara notatinum og síðani verður avgerð tikin um møguligar handilsforðingar.
Rokna verður við at tiltøkini í fyrstalagi fara at virka um tveir mánaðar.




